Sigast, at her verður leikt á høgum støðið og ein veruliga hugnaði hesar smáu tveir tímarnir - leikurin vardi. Tí sigast skal, at hetta varð (og er) ein ógvuliga krevjandi leikur, at spæla - og "timing" og spæl vóru uppá sítt pláss hjá teim, sum leiktu.
Inn ímillum kundi vera svert, at hoyra hvat í leikarnir søgdu, tí at áskoðarnir flentu so nógv - men hetta bilti ikki so ræðuliga nógv, tí um pausa skuldi verið hvørja ferð ímillum flennini í salinum, so hevði leikurin verið alt ov langur.
Pállsmíð, leikarar og leikstjóri eru komnir heilt ótrúliga væl frá uppgávuni, sum sagt og hetta er absalutt ein leikur, sum má & skal upplivast. Bravo, siga vit bara úr Norðoya Portali og takka fyri eitt framúrskarandi skemtingarsamt kvøld ígjár.
JáH (y) 07.04.2016
RSS Feed