NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Umboð fyri Japansku sendistovuna á vitjan

1/3/2018

Comments

 
Billede
Í gjár var Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri vertur fyri vitjan av japansku sendistovuni í Keypmannahavn.

Áhugin fyri vinarbýarsamstarvinum millum Klaksvík og Taiji tykist hava lagt lunnar undir eitt gott samstarv millum londini bæði, Føroyar og Japan. Herfyri var landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum í Klaksvík við gávu úr Japan, og í gjár vóru tað umboð fyri japansku sendistovuna í Keypmannahavn, sum saman við Sigmundi Ísfeld, sendimanni á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn, sum vitjaðu í Klaksvík.

Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri tók ímóti teimum  báðum, Yoshifumi Sasatani og Tokuro Ambe, umframt Sigmundi Ísfeld og Elisabeth Reinert Djurhuus frá Uttanríkistænastuni.

Í Klaksvík vitjaðu tey fyrst á skrivstovuni hjá Christian í Grótinum í Norðhavnini, har Pól Huus Sólstein, stjóri í sølefelagnum North Pelagic greiddi frá, og síðan vitjaðu tey á Kósini hjá JFK, har Hanus Hansen, stjóri tók ímóti saman við Jógvan Hansen og Markus Tummas á Gravarbø.

Eftir hetta vórðu gestirnir bodnir til miðmála í Býráðshúsinum, har teir fingu ymiskt gott úr nærumhvørvinum og sjónum, og harumframt nýtti varaborgarstjórin høvið at vísa gestunum japansku knívarnar, sum herfyri komu sum gáva við landsstýrismanninum, og sum nú prýða skrivstovnua hjá borgarstjóranum saman við eitt nú Klaksvíksfarinum eftir Edward Fuglø.

Ein av orsøkunum til, at Klaksvíkar Býráð einmælt samtykti at játta umbønini um vinarbýarsamstarv við Taiji var vónin og væntanin um, at eitt slíkt samband kann fremja møguleikarnar fyri góðum vinnuligum samstarvi millum føroyska og japanska fiskamarknaðin, og higartil tykist hetta eydnast avbera væl. Eitt nú eru londini so smátt farin undir samráðingar um fríhandilsavtalu, og í hesum sambandi hevur vinnumálaráðharrin greitt frá, at sambandið millum Klaksvík og Taiji hevur havt stóran týdning fyri jaligu tilgongdina.

Kelda: Klaksvik.fo

​SáH

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.