Og tað er ikki ein løtt avgerð, at taka. Tað eru so yvir 160 valevnir at velja ímillum og ongantíð áður hevur tú sum veljari havt so stóra ábyrgd.
Sjálvur havi eg tað sera nemt. Eg velji jú meg sjálvan, tí eg veit hvat eg sjálvur standi inn fyri. Alt annað hevði jú heilt tossutt, isje sannheit?
Eg havi stríðst sera nógv til henda Valkampin, har eg ímillum annað er blivin kendir fyri niðanfyri-standi video, av mær og Jens Marna Hansen. Síðan hava fólk eisini tikið væl ímóti teim fleiri túsund toast'um - sum vit úr Nýtt Sjálvstýri hava bjóða skúlum runt umkring. Eisini kann nevnast tær "mini plakatir" sum eg havi sett við síðurnar av teim stóru - og til endans, fyri ikki at gloyma, 8 heimabakaðar kloyningar, sum eg havi sent víða um í Føroyum og so havi eg sjálvandi hongt eina plakat upp á Hálsi, og eina í Múla. Eg havi eisini skriva nógvar Valgreinar og roynt at markera meg sum frægast. Men óansæð hvat hendir ímorgin, so havi eg eisini "hygga" mær við hesum.
Og mítt størsta lyfti varð at byrja við - at BANNA Sea Shepherd, sum jú fólk hava tikið undir við. Havi eisni lovað at betra um korini hjá sjómanninum, talentunum, krambakallinum (o.a.), Ein Ókeypis Ferðaseðil (uppskot á Ting) og eisini uppskot at seta prísarnar niður á rúsdrekka & sigarettum, eitt Halfway-House og eina ókeypis konsert við Jens Marna, um eg komi á Ting. Puha - veit ikki um eg manglaði nakað nú ... nei, eg haldi hattar varð tað!
So mítt seinasta Lyfti skal vera tað - at eg IKKI fari at SPAMMA teg við nøkrum sum helst lyftum afturat. Haldi at tú sum veljari hevur tikið eina avgerð - hvønn tú fer at velja í dag og eg hevði sjálvandi verið heilt ótrúliga glaður - um avgerðin varð tann, at tú setti tín kross á meg. For-uttan at seta eitt sindur av kulør á hetta Valstríði - so eri eg í veruleikanum - eisini ein seriøsur maður, sum altíð ger sítt arbeið til fulnar. Og tað fari eg eisini at gera, um eg skuldi verið so eydnusamur, at blíva valdur inn ímorgin.
Njót tú nú henda dagin, mín kæri Veljari og lati okkum fáa eitt gott Val í dag ..! Og um ikki annað, so kanst tú eisini hygga tær við niðanfyri standandi video'um, sum eg havi gjørt áðrenn og uppundir Valið. Enn einaferð: Gott Val, tú!
Jógvan á Høvdanum
- Nýtt Sjálvstýri
| | |
RSS Feed