Les eisini: So er Trumpurin farin í gongd
Ein dómari úr Seattle hevur boða frá, at tað skal vera ein steðgur av forboðunum hjá Forsetanum. Dómarin James Robart tók sína avgerð, eftir at Washington og Minnesota fingu sína ónøgd framm og dómarin setti forboðini hjá Forsetanum úr gildið aftur.
- Stjórnarskipanin vann í dag. Ongin er størri enn lógin, sjálvt ikki ein Forseti, segði Bob Ferguson, ið er ráðharraløgfrøðingur við fjølmiðlarnir ígjár.
Men sjálvt um avgerðin hjá Forsetanum og tí Hvíta Húsinum er sett úr gildið fyribils, so fer Donald J. Trump ikki at gevast so - tí sikkurt er, at Forsetin ikki vil hava tað sitandi á sær, at hann í veruleikanum ikki hevur so stóra makt, sum hann annars sjálvur heldur.
JáH (y) 04.02.2017