NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Svar frá Løgtinginum: Tú eigur at spyrja Høgna ..!

5/1/2016

Comments

 
Billede
Beint uppundir Valið, so hálovaði teir allerflestu politikarnir, at í ár 2016 - so skuldi tað ikki vera gjørligt hjá Sea Shepherd skipum, at koma á føroysk sjóøkið.

Les: Fyrispurning til Løgtingið !!!

Men eftir at undirritaði hevur skrivað fyrispurning til Løgtingið, so kemst frá á aftursvarið, at ongin politikari hevur eingong havt Sea Shepherd á tunguni og hvat skal gerast fyri at banna  komandi S.S. skip, at koma á okkara sjóøkið og órógva okkara Grindamentan. Aftursvarið frá Løgtinginum varð soljóðandi:

Góðan morgun Jógvan, og gott nýggjár.
 
Tú hevur sent Løgtinginum nakrar spurningar um, hvat Løgtingið fer at gera í sambandi við Sea Shepherd og grindadráp, og hvørt Løgtingið fer at leggja nakað lógaruppskot fram í hesum sambandi.
 
Tað er ikki Løgtingið sum stovnur, ið leggur fram lógaruppskot. Tað eru antin landsstýrisfólk ella løgtingsfólk (eitt ella fleiri í felag), sum kunnu leggja uppskot fyri Løgtingið.
 
Eg dugi av góðum grundum ikki at siga tær, hvat ella um nakað fer at henda í Løgtinginum í hesum sambandi. Eg fari at mæla tær til at seta spurningarnar til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sum varðar av grindadrápi, ella til einstøku floksformenninar/løgtingsfólkini.
 
Løgtingið sum stovnur viðger bara tey mál, sum einstøk landsstýrisfólk ella tingfólk leggja fyri tingið.
 
 Vinarliga
 
Johnhard Klettheyggj
Stjóri


Og so skal eisini viðmerkjast - at undirritaði eisini sendi skriv til Høgna Hoydal, sum er Fiskimálaráðharri - men enn hava vit onki svar fingið frá honum. Spurningurin er um núverandi Samgonga onki leggur í, um vit føroyingar í ár 2016 - fara at missa enn fleiri ferðamannaskip - orsaka av slíkum felagsskapi sum Sea Shepherd, har sami felagskapur livur av, at spotta okkum føroyingar út kring allan heim - ella at um Løgtingið ásetur ymiskar broytingar í Lógini, sum fer at gera tað ógjørligt hjá teimum at koma her við skipum. Inntil ta tíð - so bíða vit á Norðoya Portali spentir eftir svarið frá Høgna ..!

​JáH (y) 05.01.2015 

Billede
Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.