
Tey eru ikki so fá, sum irriterast tá handlarnir, longu fyrst í november mánaði, byrja at pynta til jóla og stakkurin av lýsingabløðum við alskyns uppskotum um jólagávur og hugna veksur sera skjótt. Vit halda hettar verða ov nógv av tí góða. Fyri nógv er hendan áminning uppá at tað skjótt eru jól, eisini nokk til at blóðtrýstið rýkur nakað upp.
Tað tykist, sum jólini koma sum eitt stórt yvirraskilsi hvørt ár, og í oktober byrja nógv at stressast bara av tankanum um, at nú kemur desember, tann stravni mánaðin skjótt.
Tey flestu av okkum halda nokk, at tað er hygguligt, við jólafestum, jólafrokostum, konsertum og øðrum jólahaldum, og nógv dáma eisini at ganga og hygga sær við at keypa og pakka jólagávur, baka smákøkur og ikki minst, jólini sjálvi, tá vit øll skulu verða saman við familju og vinum.
Tað einasta keðuliga er, at tá allir hesir aktivitetir, sum hvør sær eru serstakliga hygguligir koma allir í senn, omaná eina fulltíðar arbeiðs viku, sum nógv frammanundan halda verða nóg stravna, so endar tað skjótt við, at vit blíva yvirmóð og stressaði, og fáa kanska ringa samvitsku um, at vit kanska innaní gleðast yvir, tá onkur aktivitetur blívur avlýstur.
Eg minnist, einaferð fyri nøkrum árum síðani, tá eg sat og gramdi meg um, hvussu nógvar jólagávur eg skuldi náa at keypa, hesar síðstu 2 vikurnar uppundir jól, og bleiv heldur yvirraskað tá ið eg onga samkenslu fekk frá tí eg var og vitjaði, sum segði, at hon helt at eg sjálv hevði skyldina, tí eg hevði vita síðani í januar, at jól vóru aftur í desember, og hevði tí havt ivaleyst av tíð til at keypa hasar gávurnar. Tó samstundis, sum eg bleiv nakað yvirraskað, tí hettar var nakað eg ongantíð hevði hugsa um, so bleiv hettar er eisini eitt ”aha upplivilsi” fyri meg, sum eg eisini havi tikið tað til mín, og síðstu 10-12 árini hava flestu jólagávurnar verðið avgreiddar áðrenn 1. Desember.
At byrja tíðliga, hevur fleiri fyrimunir:
Tað eru færri fólk í handlunum, styttri køðir, minni kjansur fyri, at tað tú ætlar at keypa er útselt, og tú fær deilt útreiðslurnar yvir fleiri mánaðir, so tað ikki merkist líka væl í pengapunginum.
Aðrir fyrimunir við at verða í góðari tíð eru, at so hevur tú meira yvirskot til at gera ting saman við familju og vinum, ella bara at brúka til tín sjálvs.
Um tú ikki í ár hevur megna hetta, so er tað kanska eisini eitt gott hugskot, at seta ambitiónirnar eitt sindur niður. Tað ger okkum ikki verri, um vit ikki náða at gera høvuðsreingerðina, baka allar jóla smákøkurnar sjálvi, ella gera allar jóla dekoratiónirnar. Tað er okey, at keypa okkum burturúr onkrum. Hettar kann spara okkum nógva tíð, og nýtist ikki at kosta alla verðina.
Hóast alt, so er tað ikki matskráin, ella um vit hava tær vakrastu heimagjørdu dekoratiónirnar í grannalagnum, sum telur. Tað týdningarmesta er væl, at vit hava tað gott saman, uppá okkara máta, ikki ífylgi lýsingunum. Man plagar at siga at”Julen er hjerternes tid” – lati okkum passa uppá hjørtuni hjá okkum, og lata nærveruna og friðin koma eitt sindur ovalagari á skalanum, heldur enn dýrastu gávurnar, og at skula náa alt.
Annbjørg á Høvdanum
- Vinnusálarfrøðingur