© Gransking.fo Higartil hava kanningar mest verið gjørdar av plastikki, sum fuglar hava etið beinleiðis . Hesar kanningarnar hava verið av ránsfuglinum skúgvi, sum etur plastikk óbeinleiðis umvegis føðina, sum er annar fuglur. Granskararnir hava kannað spýggju hjá skúgvi í Føroyum fyri plastikk og hava staðfest, at í umleið 6 % var plastikk. Í kanningunum sæst, at mesta plastikkið fanst í spýggju við restum av havhesti. Hetta stuðlar undir úrslit frá øðrum kanningum, sum vísa, at havhestur etur meira plastikk enn annar fuglur í sama øki. Kanningin staðfestir, at plastikk verður flutt í føðiketuni frá fugli, sum etur í vatnskorpuni, til skúgv.
Les meira HER
JáH (y) 08.01.2016
Kelda: Gransking.fo
RSS Feed