Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, greiddi frá arbeiðinum og gongdini á Blákrossheiminum. Frants Jensen, aðalskrivari, og Sverri Steinhólm, formaður, kunnaðu um ymiskar ætlanir hjá Bláa Krossi. Millum annað varð tosað um framtíðararbeiði hjá Bláa Krossi í Havnini. Ymisk hugskot vóru viðgjørd. Enn er tó ikki greitt, hvussu arbeiði verður í Havn í framtíðini.
Tosað var eisini um, hvussu vit sum Blái Krossur kunnu vera virknari og gera meira mun á stevnum og festivalum um summarið. Ymisk hugskot vóru frammi, og arbeitt verður meira við hesum.
Í løtuni eru fimm staðbundin blákrossfeløg. Tað eru Rituvíkar- og Tofta blákrossfelag, Glyvra blákrossfelag, Søldafjarðar- og Lamba blákrossfelag, Stranda blákrossfelag og Blákrossfelagið í Leirvík, Gøtu og Fuglafirði. Tofta- og Rituvíkar blákrossfelag hevði veitslu sunnudagin 10. januar í missiónshúsinum á Toftum. Nógv fólk vóru við til veitsluna. Blákrossfeløgini gera eitt týðandi arbeiði blákrosssakini at frama.
Skrivað hevur: Frants Jensen 13.01.2016
RSS Feed