Sólvá er 15-ára gomul og gongur í 9.B á Skúlatrøð. Komandi tvær vikurnar eru hon í starvsvenjing hjá umsitingini í Klaksvíkar kommunu, har hon serliga fer at arbeiða á nýggju Samskiftiseindini. Sólvá hevði fyrsta arbeiðsdag í dag, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri nýtti tá høvið at bjóða henni vælkomna í húsið.
- Eg havi roynt at verið í Barnahúsinum Margit í samband við Ung í arbeiði, og tað dámdi mær væl. Harafturat hjálpi eg við hvørt til í køkinum á virkinum Pelagos, og tað er eisini spennandi. Eg elski nýggjar upplivingar og avbjóðingar, og tí ynskti eg nú at sleppa í starvsvenjing hjá kommununi, sigur Sólvá.
Samanlagt starvast fleiri hundrað fólk hjá Klaksvíkar kommunu, og umsitingin telur á leið 40 starvsfólk, sum tilsamans umboða nógvar ymiskar fakbólkar.
Í starvsvenjingartíðini er ætlanin, at Sólvá skal fáa innlit í kommunalu skipanina og virksemið í kommununi, og stóran part av tíðini verður hon partur av Samskiftiseindini á Stjórnarskrivstovuni.
- Samskiftiseindin er nýggj í kommununi, og tað helt eg vera spennandi, so eg gleði meg til komandi vikurnar, sigur Sólvá Askham Sigurðsson.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri er somuleiðis glaður fyri, at Sólvá hevur valt kommununa sum starvsvenjingarpláss.
- Tað er altíð stuttligt at fáa ung fólk í húsið, og sum kommuna hava vit eina sjálvsagda ábyrgd av, at okkara ungdómur fær møguleika fyri at síggja og læra, hvussu tey ymisku arbeiðsplássini virka, sigur borgarstjórin.
RSS Feed