Á Twitter skrivar Trump soleiðis: Eg takki fyri, at tit góvu mær rætt í islamiskari radikalari terrorismu. Men eg vil ikki hava takkarløn, eg vil hava harðføri og árvakni. Vit muga vera smart!
Og júst í skrivandi stund hevur Trump skrivað hetta á sítt Twitter: Fer Forsetin Obama endiliga at nevna orðið Radikala Islamiska Terrorismu ..? Um hann ikki ger tað, so haldi eg, at hann í stundini skal leggja frá sær!
At royna at vinna sær stemmir í einum slíkum sorgarleiki er onki nýtt, sjálvt um tað kann tykjast smagsleyst - tí soleiðis brúkti George Bush, Jr eisini sín politikk fyri at vinna hjartað hjá amerikumonnum eftir 11. september álopið. Og soleiðis brúkar Trump eisini sínar kreftir her & nú. Spurningurin er so bara, um søgan fer at endurtaka seg - tí sum so mangan, so plagar søgan at endurtaka seg!
JáH (y) 12.06.2016
Is President Obama going to finally mention the words radical Islamic terrorism? If he doesn't he should immediately resign in disgrace!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) 12. juni 2016
RSS Feed