Orsøkin til, at vit á Norðoya Portali spyrja henda spurning er tann, at fleiri tiltøk plaga at vera um vikuskifti júst hetta tíðspunkt og muga tiltøkini nú flyta tíðina hjá sær - orsaka av Gekkinum, tí hetta upptekur alt Føroya fólk.
Sjónleikatiltøk, tónleikatiltøk o.a. hava verið noydd at flyta tíðspunktini, tí tey fella júst tá ið Gekkurin skal spælast - og tí hevði tað kanska verið hóskandi, at KVF flutti Gekkin til at vera eitt mikukvøld, mánakvøld ella okkurt heilt annað ..? Ella hvat við at flutt Gekkin til at vera Hósdag kl. 19.00 ístaðin ..?
Hvat heldur tú ..? Skal Gekkurin flytast til annað tíðspunkt ella er tað gott nokk sum tað er ..?
JáH (y) 02.04.2016
RSS Feed