NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sjúrður Skaale viðmerking til: Guð signi Føroyar, partur II

22/2/2018

Comments

 
BilledeSjúrður Skaale í sendingini Guð signi Føroyar, partur II
Sjúrður Skaale hevði eisini eina hjarta meining í sendingini hjá Heina í Skorini Guð Signi Føroyar, partur II - har hann tosaði um, tá ið prædikumenn tosað um æviga fortaping við børn. Hann helt í sendingini, at tey ikki bóru seg rætt framm, tá ið tosað bleiv við børnini um æviga fortaping.

Á Facebook hevur Sjúrður Skaale tó eina viðmerking til sendingina Guð signi Føroyar, partur II:

Tá tú gert samrøður til eina sjónvarpssending, verður nógv tikið upp – men bara heilt stutt brot verða klipt inn í sendingina. Journalisturin ger av hvat tosað verður um, og tað er eisini hann sum ger av, hvat fyri svar – ella hvør partur av svarinum – kemur við í sendingina.

Sigur tú okkurt rósandi og okkurt atfinningarsamt um ein spurning, kann tað atfinningarsama t.d. verða klipt burtur – og so halda tey, sum sendingina síggja, at tú bert hevur rósandi orð at siga. Soleiðis er logikkurin í slíkum samansettum sendingum. Tað snýr seg um at lýsa eitt evni – ikki at lýsa persónarnar, sum eru í sendingini.

Men tað kann sjálvandi gera, at hugsanin hjá teimum, sum eru við, tykist meira eintáttað, enn hon er.

Tann kritikkur av pedagogikkinum á Zarepta fyri umleið 40 árum síðani, sum eg førdi fram í sendingini í kvøld, standi eg sjálvsagt við. Men tann hyggjarin, sum ikki kennir meg, kundi lættliga fáa ta fatan, at hetta endurspeglar alt tað, eg haldi um Zarepta og kanska enntá brøðrasamkomuna sum heild.

Tað ger tað ikki.

Eg haldi, at kristnar kirkjur og samkomur gera sera nógv gott í samfelagnum. Tær gera sosialt arbeiði. Tær fáa fólk, sum eru komin illa fyri av t.d. alkoholi, á rættkjøl. Tær læra, at vit skulu hava umsorgan hvør fyri øðrum. Tær styrkja samanhangsmegina í samfelagnum.

Men tað er eingin loyna, at eg ikki haldi alt, sum verður gjørt í kristindómsins navni, vera rætt. Eg haldi ikki, at einstøk, útvald bíbliuvers skulu brúkast beinleiðis í politikki. Eg haldi ikki, at Bíblian skal tulkast fundamentalistiskt.

Og eg haldi avgørt ikki, at nakar skal taka sær rætt til at hótta børn við helviti, um tey ikki trúgva hesum ella hasum.
Soleiðis vóru vit mong, sum í summum førum upplivdu kristniboðanina á Zarepta, tá eg var drongur. Ikki øll. Ikki hvørja ferð. Ikki av illum vilja. Men soleiðis var tað – viðhvørt.

Tey sera mongu, sum tilsamans reka Zarepta, gera nógv gott, sjálvboðið arbeiði – hugsi ikki minst um legurnar fyri fólk við breki. Men at tosa við børn um ævigt fortapilsi í helviti, er ikki gott. Ikki minst tí eingin skilir hvat tað er ella hvat tað merkir.

Eg havi tosað við fleiri fólk innan brøðrasamkomuna, sum eru samd í hesum. Og vit hoyrdu eisini sama sjónarmið frá einum leiðandi manni í sendingini í kvøld.

Tað er at fegnast um.


Sendingin Guð signi Føroyar hevur fingið sera nógva umtalu í teim føroysku fjølmiðlunum og tað er kanska heldur onki at siga til, tá ið talan er um eitt so eymt evni sum trúgv. 4 útav 5 vaksnir føroyingar hava sæð fyrsta part av sendingini Guð signi Føroyar, vísur ein kanning og talið man koma líka langt upp til triðja part, sum fer at viðgera Betesda í Klaksvík næsta hósdag.

JáH (y) 23.02.2018

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.