NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

SJOKK: Jenis av Rana svarar okkum !!!

10/2/2015

Comments

 
Picture© Miðflokkurin
Fyri einari góðari viku síðani - so settu vit 10 irreterandi spurningar til Jenis av Rana (Les HER) - og ikki í okkara villasta fantasi høvdu vit rokna við, at fáa svar frá Jenisi - men tað hava vit so fingið ...

1: Hvønn flokk heldur tú, at Jesus hevði valt ?!

Svar: Jesus valdi neyvan nakran flokk, men (og her endurgevi eg úr einum sangi hjá Kristinu Bærendsen, sum eg viðmæli lesaranum at lurta eftir á You Tube):

” Hann valdi meg, sum sítt barn,
hvør stórbart at vita tað hvønn dag
hvørt fótafet er trygt í hesi vón
Ja, Framtíðin er tryggjað við at líta á Hansar blóð”


2. Sleppur nakar giftur samkyndir í Miðflokkin ?!?

Ongin er samkyndur! Men summi lata seg lokka av mótstøðumanni Skaparans at liva móti náttúruni! Gjørdist ein slík (ur) limur í Miðflokkinum, vildu vit hjálp honum/ henni at skilt hetta og biði Jesus um at umbroytt seg.

3. Hevur tú nakratíð roykt eina feita ?!?

Sjálvandi ikki! Tað er feitt ikki at roykja!

4. Um tú skuldi givið Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum 1 til 10 - hvat hevði tú givið henni ?!?

Eg hevði givið henni 10, tí hon er í serklassa, eins og tú og eg. So serstøk, at Gud lat son sín doyggja fyri hana- og teg og meg!

5. Kanst tú fortelja eina skitna joke ?!?

... ”Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging”.

6. Varð tú til Summarfestivalin síðsta ár og head-bangaði til Twisted Sister ?!?

Nei, eg var í Suðri tað vikuskiftið- og har er ikki neyðugt við head-banging fyri at fáa høvdið at virka.

7. Hatar Guð politikk ?!? Og um ikki - hví hatar Guð ikki politikk ?!?

Gud hatar ongan, Hann elskar øll:  ”Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív”.

8. Heldur tú, at strip-tease burdi verið loyvið í Føroyum ?!?

” Teir limir á likaminum, sum vit ikki halda vera so miklan heiður við, klæða vit við tess meiri heiður, og teir limir, ið vit blúgvast við, fjala vit tess sámiligari”.


9. Um tú ikki hevði valt Miðflokkin - hvønn flokk hevði tú tá valt ?!? Come on, be honest ..!

1. Eg velji fyrr Jesus enn gull og fæ,
nógv betri er hann enn øll ogn í dag.
Eg velji fyrr hann og um lívsins lond
at leiðast av hansara særdu hond,
enn eitt kongadømi at eiga her,
hvar ið syndin valdið vann.
Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt,
sum verðin bjóða kann.

2. Eg velji fyrr Jesus enn heiður mans,
nógv størri er æran at vera hans.
Eg velji fyrr hann og tann dýra frið,
sum kennist, har Frelsarin fylgist við,
enn at njóta syndina stutta tíð
og ta fragd, hon veita kann.
Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt,
sum verðin bjóða kann.

3. Eg velji fyrr Jesus, tí um eg skal
ígjøgnum deyðskuggans dimma dal,
so verður júst hann, sum eg valdi her,
mín keppur og stavur og við mær fer
inn í lívsins æviga, ljósa stað,
til tann bústað, hann mær vann.
Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt,
sum verðin bjóða kann.


10. Keypti tú nakratíð Ð blaðið ella Totalt Langt Úti teknirøðina, tá tað á sinni kom út ?!? Um ikki - hvat er so tað frekasta blaðið, sum tú nakrantíð hevur keypt ?!?

Nei, hví skuldi eg tað?

Vit á Norðoya Portali vilja gjarna nýta høvið - at takka Jenis av Rana, at hann tímdi svara øllum teim 10 irreterandu spurningunum - sum hóast alt - vóru rættiliga nærgangandi (summir av teimum).

JáH (y) 10.02.2015

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.