Paul Watson boðar frá á hansara FB síðu, at teirra sjónarmið fara at umfata, at Danmark er partur av EU - og at danskarar hjálpa føroyingum við grindadrápi - við ta at danska Sjóverjutænastan eisini er í Føroyum, tá ið Sea Shepherd er her. Eisini tekur Watson eina rúgvu av evnum upp, sum felagsskapurin Sea Shepherd atlar at nevna í teim 15 minuttunum, sum tey sleppa at tosað.
Ikki allir politikara halda, at tað er eitt so gott hugskot, at Sea Shepherd yvirhøvur sleppur til handa fundin. Eitt nú, skrivar fyrrverandi Løgmaður, Kaj Leo H. Johannesen soleiðis á vangan hjá Sjúrða Skaale: "Tann einasti mátin Sea Sheapard kann yvirliva og fáa "fundings" er um teir fáa ein pall at standa á, vit eiga ikki at geva teimum hendan pallin ..!"
Spurningurin er so - um hetta fer at gera nakað gott fyri okkum føroyingar, sum vilja varðveita okkara føroysku grindamentan, ella um Sea Shepherd fer at vinna henda dystin við enn eina herferð av propaganda & lygnum. Og kanska er henda "hoyring" um grindadráp eitt sindur seint á veg - nú ongin gevur sær far um, at Sea Shepherd yvirhøvur hevur verið í Føroyum. Men vónandi hevur henda "hoyring" við sær, at eitt Sea Shepherd BANN verður til næsta ár, so at vit sleppa undan at síggja nakrar bíttisligar svartar hettur kring Føroya land.
JáH (y) 14.11.2015
RSS Feed