NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Samrøða við Brandur: At onkur rópar: “Time Out”, vit mugu steðga beint nú, tí vit eru lopin fram av (Part II av II)

6/6/2016

Comments

 
Billede
Framhald - Les eisini: Samrøða við Brandur: Eg eri ímóti, at Bakkafrost nýtir Klaksvíkar Kommunu at renna ørindi fyri seg !!! (Part I av II)

Er tað ein hóttan ímóti nátúruni, um nú Bakkafrost fer at fáa vatn ..?

Ja, tað er tað. 

Vit mugu gera okkum greitt, at alt virksemið í náttúruni er ein hóttan ímóti henni. 

Vit hava so lítið av náttúru, á landið, í Føroyum, at vit mugu ansa sera væl eftir henni, nógv betur enn onnur lond.


Hvat er tann greiði boðskapurin hjá tær viðvíkjandi Watergate málinum úr Kunoy ..? 

Bakkafrost koma sum gestir inn í nærumhvørvið rundan um Haraldssund, tí skulu teir uppføra seg sum gestir!

Hvat hevði tú ynskt varð gjørt øðrvísi ..?

Eg hevði ynskt at partarnir spældu við opnum kortum. Verkætlanin stinkar, øll sum hon er, av at upplýsast skal so lítið sum møguligt, fyri at fáa arbeiðsfrið. Býðarverkfrøðingurin í Klaksvíkar Kommunu sigur enntá, í einum innanhýsis telduposti, at tað var í lagi, at eg kundi fáa innlit í málið, men ansast skuldi eftir, at verkætlanin ikki varð órógva av hesum. Bakkafrost manipulerar eisini við tølunum, teir nýta til at sissa fólk við.

At strangar reglur vórðu gjørdar, fyri slíkum mega verkætlanum, fyri at umhvørvið verður órógva minst gjørligt. Vit liva ikki í 80´unum longur.


Tá eftir øllum at døma ongar slíkar reglur eru, at Bakkafrost og kommunurnar sjálv settu sær slík krøv.
At grundleggjandi vágametingar vóru gjørdar av verkætlanini. Eisini við atlitið til umhvørvið. Hetta er standard mannagongd aðrastaðni, tá so stórar verkætlanir verða gjørdar.

At fólk, sum heild, gjørdu sær greitt, hvussu stór hendan verkætlanin í veruleikanum er. Hetta er ikki bara ein hugnalig smoltstøð, ið kann leggjast hvar sum helst. Hetta er naka av tí størsta, ið er hent í føroyskari alivinnu yvirhøvur.
​
At onkur rópar: “Time Out”, vit mugu steðga beint nú, tí vit eru lopin fram av.

Billede
Hvussu ber tað til, at tú fór í holt við at kannað málið sjálvur ..?

​Eg havi altíð hildið at størsta náttúruvanlukkan í Føroyum er, at SEV turrlegði áirnar í Eysturoynni. At vit nú ganga og klappa hvør øðrum á herðarnar, og siga hvussu grøn orkan vit fáa burtur úr, er bara tragi-komiskt.

Tá eg so hoyrdi sum slatur, at fleiri hagapartar høvdu skriva undir uppá at lata vatn, av Kunoynni, til verkætlanina á Mælunum, helt eg at eg mátti fara at kanna hetta nærri. Tá var eg ikki greiður yvir hvussu betentur hesin svullurin, ið eg setti hol á, var.


​Er tað nakað, sum tú manglar at fáa svar uppá ..

Ja, her eru nakrir spurningar: 

Hvussu kemur Bakkafrost fram til, at teir fáa fatur á 325 m2/tíman av vatni, í turki, av Kunoynni?  

Er hetta, tá 100% av vatninum í áðunum verður tikið? Hvørjar áir eru við í hesi kanning?

Hvar er umhvørvis politikkurin hjá Bakkafrosti? Hava teir til dømis ongi umhvørvis krøv til undirveitarar, sum Klaksvíkar kommuna er í hesum førinum?

Hvørji krøv hevur Klaksvíkar Kommuna sett Bakkafrosti, í samband við verkætlanina?

Hvar er Kunoyar kommuna í øllum hesum? Kann kommunan, har vatnið kemur frá, bara trumlast niður?

Hví seti eg hesar spurningar, og ikki fjølmiðlarnir, ella umhvørvis myndugleikarnir? 


Vit á Norðoya Portali takka Brandi Klettskarð í Kongsstovu fyri samrøðuna og sum sagt, so hava vit eisini tosað við Borgmeistaran úr Klaksvík, sum játtaði at hann fegin vildi gera eina samrøðu við Norðoya Portal seinni í vikuni.

JáH (y) 06.06.2016

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.