Nú hava so danskarnir fingið nokk av Mansour og er hann tann fyrsti danski statsborgarin, sum hevur fingið frátikið sítt pass. Mansour sjálvur sigur við fjølmiðlarnir, at um hann verður sendir til Marokko, so endar tað nokk við, at hann verður forfylgdir og enntá dripin.
Said Mansour kom til Danmarkar í 1983, 23 ára gamal - og fekk danska ríkisborgaraskap í 1988. Og ímillum annað varð tað hann, sum rósti terrorálopið á World Trade Center og kallaði tað fyri tað góða slagi av terrorismu. Men nú er tað also nokk og hevur Hægsti Rættur tikið avgerð mikudagin, sum sigur tað, at dansk/marokkin skal útvístast úr Danmark til Marokko og ongatíð sleppa til Danmarkar aftur.
JáH (y) 10.06.2016
RSS Feed