Í Dagur & Vika sendingini (8. oktober) varð nevniliga ongin frá R7 spurdir av KVF og tað kann tykist sera løgið - tá ið alt innslagi sjálvt dragaði seg um eina sending frá R7. Og tað finnast teir úr R7 hvassliga at í einum lesarabrævið.
Les lesarabræv frá R7 HER
Sjá innslag frá Dagur & Viku HER
Spurningurin er so - um ein skal sleppa at siga ALT í einum útvarpi ..? Og hvør skal so standa eftir við ábyrgdini, tá ið ein persónur hevur sagt ov nógv í einum útvarpi, sum sera mong eftir hondini lurtað eftir ..? Er tað leiðslan sjálv, sum eigur at fáa eina nøs ella persónurin sjálvur, sum hevur sagt hesi tingini ..? Men hvar gongur grensan innan haturstalu ella rasismu ..? Er nøkur grensa og um so er - hvar skal grensan ganga? Sjálvur haldi eg - at ongar grensur skula vera innan teknirøðir, men tað er ikki júst tað sama, sum vit tosað um beint nú ..!
Hvat heldur tú - fór R7 ov langt ..? Og áttu teir ikki eisini at verið bjóðaðir til sending hjá KVF ..?
JáH (y) 17.10.2018