Men nú er Tarantino komin í trupuleikar við løgregluni - eftir at hann hevur verið við mótmælisgongum ímóti løgregluni.
- Tá ið eg síggji eitt morð, so kann eg ikki bert lata sum luft. Eg eri noyddur at kalla eitt morð fyri eitt morð og mordarnir fyri mordarar, hevur hann sagt til The Huffington Post.
Og tað hevur fingið fakfeløgini hjá løgregluni í Los Angeles at fara eftir Quentin Tarantino.
- Tarantion hevur ígjøgnum sínar handlingar víst, at hann er ímóti løgregluna. Hann hevur tjent nógvan pening av sínum filmum, sum provovera vold og respekt fyri kriminell fólk. Og tað v´siru seg, at hann eisini hatar politistar, skrivar John McNesby - sum er forsetin fyri fakfelagi í Philadelphia.
Fakfeløgini hjá løgregluni føldi seg illa viðfarnan av viðmerkingunum hjá Tarantino. Tarantino helt nevniliga eina talu í einari mótmælisgongu - bert nakrar fáar dagar eftir at tann 33 ára gamli politisturin Randolph Holder bleiv skotin og dripin undir tænastu í New York.
- Tað er ikki pláss fyri slíkum retorikki, sum ger politistar meiri útsetta, enn teir longu eru. Vit stuðla 100 % boykott av komandi filmi hjá Quention Tarantino. Retorikkur fullir av hatri, sum dehumaniserar løgregluna og elvir til vold á okkum, sigur Craig Lally, sum er forsetin fyri fakfelagi í Los Angeles.
Komandi filmur hjá Quentin Tarantino "The Hateful Eight" sum er ein voldiligur western fer at hava frumframførlsu í januar 2017 ... væl at merkja um filmurin ikki vera boykottaður av løgregluni áðrenn - men tað ivast vit á Norðoya Portali í, at løgreglan sleppur at gera.
JáH (y) 02.11.2015