Skaparin aftanfyri KAOS, Paul Watson hevur annars boða frá, at hann ikki ætlar seg at blanda seg uppí djór, sum liva á landið, men nú hevur hann so valt at stuðla Pamelu Anderson í stríðnum ímóti "Foie gras" og hetta kann also koma at kosta pengapunginum hjá Sea Shepherd dýrt ..!
Les eisini: Paul Watson lurtar eftir Keiputeknara ?!?
Tað varð stutt síðani, at Pamela Anderson bleiv vald inn í stýrið hjá Sea Shepherd, Amerika og hvør føroyingur minnist ikki til Pamelu, tá ið hon vitjaði okkum í 2014 ..? Men nú fær Sea Shepherd sera nógvan ágang & kritikk av fólkið úr Fraklandi, tí Paul Watson hevur valt at stuðla Pamelu Anderson í sínari søk ímóti "foie gras" - sum er ein rættur, har tey tvangsfóðra gæs, so at tað kemur at smakka eitt sindur betri, tá ið maturin liggur á borðinum. Franska stýrið ætlar sær at taka hetta tiltikna mál upp, men meirilutin fer nokk at vera fyri - at fólkini í Fraklandi sleppa at varðveita henda kenda franska "foie gras" rætt ..!
Men Pamela Anderson fær ikki nógv viðhald av fólkið úr Fraklandi, tí "foie gras" er ein vælkendur rættur í Fraklandi og árliga, so framleiða fólkini har eini 22.000 tons av "foie gras" og eini 30.000 franskar familjur eru avhangigar av hesum rætti.
JáH (y) 21.01.2016
RSS Feed