Les eisini: Er Óli P givin á Portalinum ?!?
Og nú hava vit so tosað við Óla P sjálvan og støðan er tann, at Portalurin ikki hevur rinda pening til Óla P fyri ymiskar tekningar og at Portalurin er í einari fíggjarligari eftirstøðu, sum hevur gjørt tað, at teir ikki hava havt ráð at gjalda Óla P fyri hansara arbeiði.
In.fo skrivaði eisini eina grein um Portalin í fjør - har greitt er, at fyritøkan Sp/F Knassar ikki megnar at bera íløguna, tí tann fyritøkan sambært roknskapinum er insolvent við negativum eginpeningi upp á 708.000 krónur, og at fyritøkan hevur givið hall tey seinastu seks roknskaparárini frá 2007 til 2012. So spurningurin er kanska eisini um Portalurin í veruleikanum er ein søkkandi skúta ..?
JáH (y) 13.12.2015
RSS Feed