Fyrrverandi arbeiðandi fyri NSA(National Security Agency), Edward Snowden er ákærdur fyri at lata út loynilig dokumentir og summi vilja vera við til, at tí Snowden gjørdi tað, so hava fleiri hermenn úr Amerika latið lív.
Hinvegin vilja viðhaldsfólk hjá Snowden vera við til, at maðurin er ein hetja og at forsetin Obama eigur at fríkenna hann. Snowden er enn í Russlandi og hevur planir um, at koma í tann amerikanska rættin fyri sínar gerðir, men tað verður ikki fyri ein og hvønn prís, at amerikanski njósnarin kemur heim aftur, sigur Snowden á hansara heimasíðu.
JáH (y) 13.09.2016