Serliga er Michelle Obama óð yvir orðavalið hjá amerikanska forsetanum Donald J. Trump, sum hon metir hevur sett lívið í váða hjá familju hennara:
- Við sínum hart raktu og ógvusligu meiningum - koyrdi Donald Trump lívið hjá familjuni hjá mær í váða og tað komi eg ongantíð, at fyrigeva honum fyri, skrivar Michelle Obama ímillum annað í bókini hjá sær. Har umframt - so skrivar hon, at mátin Trump stýrir landið uppá ikki er normalur, at tað er skammiligt og óhóskandi fyri ein forseta - at uppføra seg soleiðis.
Roknað verður við - at nýggja bókin hjá Michelle Obama fer at selja milliónir av eintøkum. Eitt nú hevur Oprah Winfrey longu fingið eitt eintak av bókini og sigur Oprah, at hetta er absalutt ein bók, sum ein og hvør má fáa sær hendir á.
JáH (y) 13.11.2018
RSS Feed