Menturnarvirðursløn Landsins uppá 150.000,00 kr fór til Anniku Hoydal fyri hennara arbeiði innan sjónleik og ikki minst tónleikin.
Alexandur Kristiansen fekk tó tí allerbestu gávuna, sum varð ein kjekkur uppá 20.000,00 kr um árið - restina av lívinum og varð gávan fyri lívslanga arbeiðið, sum Alexandur hevur havt fyri ímillum annað yrkjingar, barnasangir o.a.
Og so ikki at gloyma handritið hjá William Heinesen Den yderste Tid, sum nú verður tókt til alt Føroya fólk. Handritið bleiv skrivað í 1938 og hevur ferðast aftur og framm síðan tá. Nú hevur Føroya Landsbókasavn fingið hetta handriti til ognar, sum annars hevur ligið í einari bankaboks síðan 2012.
JáH (y) 15.01.2016
RSS Feed