NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Mentamálaráðið letur stuðul til 17 filmsverkætlanir

7/3/2016

Comments

 
Billede
Triðja árið á rað er umsóknarmet til serligu filmsjáttanina hjá Mentamálaráðnum. Í ár vóru 39 umsóknir, harav 17 fáa stuðul.
​
Verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul, eru:
  • Jónfinn Stenberg, - 25.000 kr.
  • Fish & Film v/ Ingun í Skrivarastovu, - 300.000 kr.
  • Rúna Ingunardóttir, - 2.500 kr.
  • EKT Films v/ Gudmund Helmsdal, - 100.000 kr.
  • EKT Films v/ Gudmund Helmsdal, - 25.000 kr.
  • Dávur Djurhuus, 80.000 kr.
  • Maria Winther Olsen, - 225.000 kr.
  • Maria Tórgarð, - 15.000 kr.
  • Eir í Ólavsstovu, - 30.000 kr.
  • Franklin Henriksen, - 15.000 kr.
  • Franklin Henriksen, - 2.500 kr.
  • Julia í Kálvalíð, - 90.000 kr.
  • Amanda Romare, - 53.000 kr.
  • Anton Petersen, - 60.000 kr.
  • Hanus Johannessen, - 20.000 kr.
  • fo v/ Siggu Vang, - 17.000 kr.
  • Klippfisk, - 10.000 kr.              

Filmsjáttanin hjá Mentamálaráðnum er í 2016 1,5 mió. kr., harav 1.070.000 tús. kr. eru lutaðar út í hesum umfari. Tilsamans varð søkt um 3,8 mió. kr. Restin av upphæddini verður lutað út seinni í ár.
Samgongan hækkaði játtanina til filmsstuðul við 600 tús. kr. undir síðstu fíggjarlógarviðgerð. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fegnast um, at játtanin til film er hækkað, tí tað letur upp fyri munabetri stuðli til nakrar størri verkætlanir.

Vit mugu hjálpa okkara filmsspírum at blóma til gagns fyri filmslistina, sum hevur stóran týdning fyri okkara mentan og samleika, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Tveir filmskønir ráðgevar, Vár B. Jacobsen og Pætur M. Dahl, hava gjørt tilmæli til landsstýriskvinnuna um býtið av stuðlinum.

Størsta stuðulsupphæddin var í ár latin til ungdómsfilmin Dreymurin við Havið eftir Sakaris Stóra, sum er fyrsti spælifilmurin hjá unga leikstjóranum, sum eisini fekk stuðul í fjør. Fish & Film v/ Ingun Í Skrivarastovu, stendur fyri framleiðsluni.

Maria Winther Olsen fekk eisini eina hampiliga upphædd til spælifilmin Nina, ið er ein søga um bundinskap hjá einum ungum pari; eitt parlag, sum er merkt av roynslu og revsing. Um at liva við sálarligari kvøl, sum spakuliga og við stórari pinu gjøgnumseyrar og uppetur sinnið.

Úr rúgvuni kann eisini stuttfilmurin Omman eftir Juliu í Kálvalíð nevnast. Omman er ein tragikomiskur filmur um alkoholismu og serliga tær avleiðingar, hon kann hava við sær. 

JáH (y) 07.03.2016
Kelda: Mentamálaráðið
Mynd: Fish&Film

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.