NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

"Línumenn" aftur komandi vikuskifti

26/2/2018

Comments

 
Billede
Filmurin "Línumenn", sum varð vístur í Atlantis í Torravikuni, verður vístur aftur leygardagin og sunnudagin.

Filmurin varð sýndur fleiri ferðir í júst farnu Torravikuni, og hann var bæði vælumtóktur og eftirspurdur. Fleiri av sýningunum vóru útseldar, og tí hava fyrireikararnr sett hann á skrá aftur komandi vikuskifti - leygardagin 3. og sunnudagin 4. mars. 

Sýningarnar vera: leygardagin 3. mars kl. 15 og sunnudagin 4. mars kl. 16. 

Atgongumerki kunnu keypast á www.atlantis.fo ella við dyrnar. Til ber eisini at bíleggja á tlf.: 226908

Um filmin "Línumenn"

Zacharias Hammer hevur gjørt filmin, sum er góðar tveir tímar langur. Fleiri menn siga part av síni søgu, tá teir sum 14 til 17 ára gamlir fóru við teimum nýggju línuskipum, sum avloystu sluppirnar.

Filmurin er flættaður saman við nógvum persónligum søgum og frásagnum, sum hesir menn minnast og siga frá. Áhugavert at hoyra teir siga frá hví teir valdu sjólivið og vóru nærum smádreingir, tá teir fóru longu leiðini vestur um hav - til Ný Foundlands og Grønland.

Nógvur góður tónleikur er í filminum, tónleikur teir keyptu í Ný Foundlandi  - einamest country. Teir komu við hesum tónleiki til Føroyar, og fleiri teirra verða enn nógv spældir.

JáH (y) 27.02.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.