NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Latið okkum banna Sea Shepherd !!!

27/6/2015

Comments

 
Picture
Føroyar - Eitt ríkidømið hjá Sea Shepherd !!!

Sum tit síggja á einum Youtube video niðanfyri - so brúkar Sea Shepherd navni hjá Føroyum fyri at fáa meiri pening til sítt felag.

Alex Cornelissen (ein leiðari hjá SS) fortelur sjálvur í hesari video: "So leingi sum lógin ikki forbjóðar okkum at koma til Føroyar, so venda vit aftur til Føroya land."

Eisini fortelur hann víðari: "Sea Shepherd fer at blíva við at koma til Føroya - líka til Grindadráp er farið í søguna."

Legg eisini til merkis, hvussu væl Sea Shepherd dugir at selja seg sjálvan: "Í ár 2013 bleiv 1409 grindahvalar dripnir. Og síðsta ár, tá Sea Shepherd varð her í Føroyum, so doyðu einans 53 grindahvalar."

So sjálvandi fer Sea Shepherd at brúka hetta til lýsingar á alheimsins miðlum og fara teir at blíva við, at koma aftur til Føroyar, har høvuðsendamálið er IKKI at fáa okkum, at drepa grind - men at skapa øsing & propagandakríggj verðina runt, har allir pengarnir koma styrtandi inn til Paul Watson og hansara SS hermonnum.

Jú, so sanniliga og tað hevur eg sagt fyrr - er Føroyar bert ein pengamaskina fyri felagsskapin Sea Shepherd, sum einans er her í Føroyum, so at Harra Paul Watson kann fylla meiri pening í sín stóra pengapung.

Sannleikin um Grindadráp kemur ikki verðina runt - men tað ger boðskapurin hjá Paul Watson og hevur tann boðskapur longu gjørt stóra skaða um okkara ferðavinnu. At "Visit FaroeIslands" sigur, at TBFG (The Big Friendly Giant) onki hevur við Sea Shepherd at gera er bullshit - tí yvir 50.000 undirskriftir vóru samlaðar av felagsskapinum og sent til Steven Spielberg, har hann seinni umbestemmaði seg at upptaka TBFG her í Føroyum.

Spurningurin er so til Kaj Leo Holm Johannesen og restina av Landsins valdu:

- Hvussu nógvar pengar skula vit í Føroyum missa, áðrenn vit skilja tað, at vit bert skula gera eitt ting, nevniliga: "Bannað Sea Shepherd ..!"

Mín meining er so tann, at vit muga tveita SS idiotarnir út úr Føroyum, áðrenn tey gera meira skaða inn á okkara ferðavinnu og okkara vakra land. Og fer Løgtingið onki at gera við hetta í næstum, so fari eg sjálvur at samla undirskriftir inn, har boðskapurin er einkul: "Bannað Sea Shepherd - Tveit idiotarnir út!!!"

JáH (y) 27.06.2015


Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.