Tað er ongin loyna, at samkynd eru til - tað kunna vit so í hvørtfall vera samd um, isje sannheit ..? Og tølini vísa eisini, at ein út av tíggju menniskjum eru samkynd - og tað kann sikkurt diskuterast, og hetta er ikki bert galdandi fyri menniskjur - men djór eisini. Síðan kunna vit fara at tosað um nakað heilt annað, har tey sum tosað ímóti teim samkyndu - helst ikki vilja vera sett, og tað kann byrja við einum spurningi. Ja, eg kann vera so frekur og seta Jógvan á Lakjuni henda spurning:
Jógvan - hvat nú um títt barn varð samkynt ..? Vildi tú tá ikki gjarna havt tað soleiðis, at títt egna samkyndu barn fekk somu rættindi, sum vit øll onnur taka fyri givið ..? Og hevði tú tá kallað títt egna barn fyri ónormalt, bert tí at tað er samkynt ..?
Eg haldi, at vit menniskjur fara útum øll mørk, tá ið vit byrja at døma onnur menniskjur og líkasum seta okkum eitt fet longur upp enn tey. Eg sjálvur eri giftur, eigi ein son og eg kann njóta gott av, at landið hevur givið mær ymisk rættindi, sum tey samkyndu ikki kunna njóta gott av. Og spurningurin sum tey sjálvrættvísu altíð seta er: Jamen, hvat verður so tað næsta ..? Skula "tey" so giftast í kirkjuni ..? Og oftað, tá ið eg hoyri slíkt, so fái eg ilt í hjarta - tí tá ið orðavalið fellur soleiðis, so merkir tað, at "tey" eru øðrvísi enn vit onnur - og tað eru "tey" sjálvsagt ikki og hava brúk fyri somu rættindum - eins vit onnur.
Kvinnurnar í Føroyum hava verið kúgaðar - eins tær hava verið í øðrum londum og við tíðini so hava hesar megnar kvinnur kempa ein harðan kamp, so at teirra rættindi vóru tey somu - eins sum hjá okkum monnum.
Ja, tað er heldur ongin loyna, at kvinnurnar enn tann dag í dag kempa ein harðan kamp fyri at vera javntstillaðar við okkum menn.
Og tað er jú ein kampur, sum tey samkyndu berjast fyri í dag - har ein og hvør sjálvandi hevur rætt til sína meining, men spurningurin er - um tú hevur rætt at frátaka rættindi hjá einum øðrum menniskja, sum er føtt eitt sindur øðrvísi enn tú ert ..? Hvar er rættvísi tá ..? Og stóð tað ikki onkunstaðnis í Bíblini, at vit menniskjur ikki eru sett í hesa verð, at døma onnur ..? Ella las eg okkurt skeivt ..?
Og enn eina ferð, so noyðist eg at nevna, at her er talan um Borgarliga Vígslu ímillum sama kyn og at henda vígsla ikki verður framd í einari kirkju ella samkomu. Nei, hon verður framd av einum Borgarstjóra, løgreglumanni, dómara osv., og ivaleyst í einari Kommunu av onkrum slag. Og tað er ein stórur munur á, at vera Borgarliga vígdur og at vera vígdur av einum presti f. eks (persónliga so meti eg tó, at bæði áttu at vera viðursett líka nógv - tí so leingi sum tvey menniskjur elskað hvørt annað - er tað gott nokk fyri meg).
So hví velja tey Kristnu eitt frá - men hitt er íordan ..? Tað er nakað, sum eg slett ikki ordiliga skilji - tí tað er so mangt í Bíblini, sum ikki gevur ordiliga meining, nú vit skrivað ár 2016. Vit kunna jú heldur ikki høgga hondina av tí persóni, sum stjelur eitt súrepli, right ..? Nei, vit hava skúgva okkum eitt sindur til viks - og tikið til eftirtektar, at onkrar broytingar koma at vera - og tær broytingar eiga vit sum samfelag vera takksom fyri. Um eg skal siga tað sjálvur, so meti eg at kvinnuligu presturin í Fuglafirði Anne Mette er ein tann besti prestur vit eiga í Føroyum - og tað er jú eisini takka, at vit í tíðini hava givið okkum eitt sindur, isje sannheit Bill ..?
Forandring fryder, segði onkur og tað kann eg bert takksamur taka undir við. Og skuldi tú ikki havt lisið teg framm til tað enn - so sjálvandi haldi eg, at tey Samkyndu eiga at sleppa at vera Borgarliga vígd og harvið fáa somu rættindi sum vit onnur. Og skuldi tað verið ein trupuleiki, at ongin vil víga tey Samkyndu í Føroyum, so vil eg bert til hetta áheita LGBT at veita mær eitt loyvið at víga Samkynd - tí eg geri tað gleðiliga - tí sum sagt: Latið bara tey Samkyndu koma til mín. Amen.
JáH (y) 03.03.2016
RSS Feed