63 ára gamla Judith Giuliani er sera ørg inn á mannin hjá sær, Rudy - sum eftir øllum at døma hevur brúkt 1,8 milliónir krónir uppá frilluna hjá sær, Maria Rosa Ryan.
Ikki nokk við tí - men tað er eisini komið alment framm, at Maria Rosa Ryan og Rudy Giuliani hava fjasast síðan apríl og tað hevur ivaleyst kosta eina rúgvu at fjasast við Mariu Rosa Ryan hetta heldur stutta tíðarskeið. Bara uppá sigarir hevur Rudy brúkt góðar 80.000 krónir og góðar 47.000 krónir uppá pennar.
Sum vera man - so verður hetta sikkurt ein dýr skilsmissa frá konuni, sum hann hevur verið giftur við síðan 2003. Sjálvur sigur Rudy - at konan longu hevur fingið sín part (6,5 milliónir) og at tað annars ikki stendur so væl til fíggjarliga. Men konan er "bitter" og sikkurt so sleppur Rudy ikki so bíliga.
74 ára gamli søkførarin hjá Trump, Rudy Giuliani vil ikki úttalað seg enn við fjølmiðlarnir, men sigur at hann í nærmastu framtíð kemur við eini frágreiðing.
JáH (y) 12.11.2018
RSS Feed