NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jóannes Johannesen koyrt buss í 30 ár

5/2/2018

Comments

 
Billede
Tórshavnar Kommuna 04.02.2018

​ Ígjár seinnapartin var samkoma í posthúskjallaranum fyri Jóhannes (Jóannes) Johannesen, nú hann hevur lagt frá sær sum bussførari eftir samfull 30 ár við róðrið.

Annika Olsen, borgarstjóri, hugleiddi eitt sindur um hetta at koyra buss og at hava ábyrgd av nógvum menniskjum. Hon segði m.a., at undir einum lønarsamráðingum einaferð spurdi ein, hví flogskiparar fingu so nógv meira í løn enn bussførarar. Svarið frá fakfelagsleiðaranum var, at flogskiparin hevði nógv størri ábyrgd.

Tá skuldi ein svara til:

- Royn og sig tað við ein bussførara, sum í kavaroki koyrir ígjøgnum Dalslíð við fullum bussi av skúlabørnum.

- Og tað er eingin ivi um, at tað at flyta fólk aftur og fram á henda hátt er eitt ómetaliga ábyrgdarfult starv, nógv størri, enn vit vanliga geva okkum far um, segði Annika Olsen.

Jóannes hevur nú koyrt býbuss í samfull 30 ár:
· Frá 1988 - 2003 hjá Arna Berg
· Frá 2003 - 2011 hjá Mourits Mouritsen og
· Frá 2011 - 2018 hjá Gundurs Bussum

- Og tosa um at vera trúgvur í sínum starvi. Mær er sagt, at hann bara hevur havt tveir sjúkadagar øll hesi 30 árini. Tað er heilt einastandandi í sjálvum sær at hava tílíka heilsu - og tit kunnu ímynda tykkum, hvussu nógv arbeiðsgevarar spara uppá fólk sum eru so álítandi og reglulig.

- Jóannes er álitismaður og hevur gingið sera høgt uppí sítt arbeiði. Góður at umgangast, siga starvsfelagarnir - sera røkin og alt skal bara vera reint og í ordan.

- Starvsfelagarnir siga eisini, at tá hann skuldi byrja mánamorgun at koyra, so fór hann altíð og kannaði bussin sunnukvøld, um alt var sum tað skuldi vera.

- Altíð er hann góður at finna uppá loysnir, um nú okkurt var sum tað ikki skuldi, t.d. okkurt galið við bussinum ella vegir stongdir, ja so hevur hann altíð funnið eina góða loysn.

- Sum øll vita, sum kenna hann, so er Jóannes eisini ein sera vitugur maður. Tað sigst vera líka mikið, hvat hann verður spurdur um, so hevur hann eitt svar.

- Til dømis pástanda nakrir starvsfelagar, at hann er serliga væl inni í seinna heimsbardaga. Hetta í so stóran mun, at hann ikki bara veit alt um týðandi hendingar og nær tær fóru fram, t.d. í týningarlegunum, men hann er so væl inni í hesum, at hann eisini í sambandi við hesar hendingar veit bæði dagfesting og klokkutíðir.

- Jóannes sigldi sum yngri, og hevur eisini skiparaprógv. Honum hevur eisini dámt væl at skriva í frítíðini, og í 2009 gav hann út bókina "Hús og húski í Dali".

- Í hesi bókini sæst millum annað, hvaðan áhugin at sita undir hvørjum orði er komin. Í uppvøkstrinum varð nógv tosað um ættarbond og "alt millum Himmal og jørð", sum hann sjálvur hevur nevnt.

- Hetta frásøgukynstrið er síðan komið øllum teimum til góða, sum tað hevur verið unt at starva saman við honum.

- Ofta verður sagt, at maður kemur í mans stað. Men uttan at taka nakað frá nøkrum, og hóast nógvir dugnaligir og álitandi sjaførar eru at taka av, so er full semja um, at Jóannes verður ringur at erstatta.

- Eg skal at enda bera Jóannesi eina hjartans tøkk fyri trúfesti hesi mongi árini og ynskja honum alt tað besta, nú hann leggur lyklarnar til bussin frá sær. Eg ivist ikki í, at Jóannes fert at fáa tíðina at ganga, segði Annika Olsen, borgarstjóri, áðrenn hon handaði gávu og blómur frá Tórshavnar kommunu.

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.