Svampurin við heitinum Tropical Race 4 hevur longu gjørt enda á eina art av bananum og plantugranskarin Nadia Ordonez er bangin fyri at svampurin kann spreiða seg til Suðuramerika, har 82 % av bananslagnum Cavendish vaksa.
Farligi svampurin er immunir fyri svampugift og kann ein svampur oyðileggja eina heila plantasju uppá null komma niks.
- Og skula vit sleppa at njóta bananir í framtíðini, so krevst ein heilt ávorlig fíggjarætlan fyri at framleiða nýtt slag av bananum, sigur Nadia við New York Daily News. Ja, hetta er heilt at ganga BANANAS av - halda vit á Norðoya Portali.
JáH (y) 07.12.2015
RSS Feed