Í fjør fingu 372 familjur hjálp frá Í menniskjum góður tokki og ikki vita vit heilt enn á Norðoya Portali - hvussu nógv av teim 402 familjunum (við 788 børnum tilsamans) fáa hjálp - sum søkt hava í ár. Og eitt er so heilt sikkurt og tað er, at ikki allar føroyskar familjur liva í einari luksus tilveru á jólum, sum aðrar familjur gera.
Síðan átakið sá dagsins ljós í 2010 hava yvir 2000 fíggjarliga sperdar familjur fingið jólahjálp. Jólahjálpin hevur hesi árini glett 3900 børn og gávukort fyri 5,7 mio kr eru latin til jólahjálp, frítíðarvirksemi, føðingardagar og mat.
JáH (y) 04.12.2015
RSS Feed