Í 1848 kom tað fyrsta togi til Grimsby á Norðursjóvar-strondini, og eftir tað bleiv fiskurin transporteraður til stórbýirnar. Og síðan eksploderaði tað við fiskaríbátum - og tað varð annars eisini í Grimsby at tann fyrsti enski damptrolarin bleiv gjørdir.
Ógvusligar mongdir av fiski bleiv halað upp úr Norðsjónum og selt fyri smápening til fólkini sum arbeiddu á landi.
Ivaleyst hevur hetta ført við, at onkur hevur hugsa um at opnað ein Fiskahandil, sum selja kundi fiskin upp ein sindur øðrvísi máta - nú fiskurin varð so bíligur at keypa inn. Og tað skuldi vísa seg, at fólk úr Englandi fóru at elska hetta rættin. Í Føroyum eta vit ikki somikið av Fish & Chips sum bretar - og eta vit fleiri ferðir meira Kylling & Chips enn Fish & Chips.
Og í 1860 opnaði so tann fyrsti Fish & Chips handilin í London, har tey serveraðu fritýrustoktan fisk við chips - ein nýggj & bílig fronsk delikatessa. Og hetta er enn ein dundrandi succes í Englandi og mong halda enn, at tað vóru bretar sum uppfunnið Fish & Chips, sjálvt um hesin rætturin uprunaliga stammar úr Fraklandi.
JáH (y) 09.11.2015