NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Heimsins vánaligasti filmsframleiðari: Uwe Boll

27/2/2018

Comments

 
Billede
Tú hevur kanska ikki hoyrt um hann, men hann hevur framleitt yvir 30 filmar í Hollywood, har hvør filmur er verri enn annar. Filmar sosum Blubberella (2011), Postal (2007) og Assault on Wall Street (2013) eru somikið vánaligir filmar, at tað faktist kann vera nokkso stuttligt at hyggja eftir teimum.

52 ára gamli týskarin Uwe Boll er skýrdur at vera tann mest vánaligi filmsleikstjóri nakrantíð (faktist verri enn Ed Wood), men hóast tað - so hevur maðurin savna pening inn til filmar, sum ongantíð hava fingið nakað serligt inn í kassan - meira enn vánalig ummælir. Tó skal so sigast, at ymiskir filmar hjá Uwe Boll hava faktist givið yvirskot - men hetta kemst kanska serliga av, at Boll hevur gjørt vánaligar filmar av góðum telduspølum - her kann nevnast Alone in the Dark (2005) og Far Cry (2008) og hevur bara tað fingið fólk at streyma í biografarnar fyri at fáa eitt enn vánaligt Boll upplivilsi.

Billede
Tað sigst, at Uwe Boll fekk fíggjing til hansara vánaligu filmar ígjøgnum ríkar gigantar úr Týsklandi, sum valdu at spýta yvirskot av teirra peningi í lorta projektir. Fyri peningar gigantarnir, so varð tað faktist líkamikið um filmurin gav yvirskot ella ikki - tí partur av peninginum, sum ikki bleiv brúktir uppá ávísa filmin - endaði aftur í lummanum hjá peningar gigantunum, sum (hóast alt) sluppu undan at gjalda ein yvirhonds stóra skattarokning.

Men í 2005 gjørdi stýrið í Týsklandi eina lóg, sum skuldi gera tað, at ein fyritøka ikki slapp undan at gjalda skatt, sjálvt um fyritøkan hevði spýtt stóran part av yvirskotinum til ein vánaligan Hollywood film og eftir hetta, so blivu teir vánaligu filmarnir hjá Boll bara enn vánaligari. Tí nú hevði Uwe Boll knappliga ikki ovurhonds stóra fíggjing aftanfyri hansara filmar.

Uwe Boll varð somikið troyttur av, at hoyra um hvussu vánaligir hansara filmar vóru (og eru), at hann einaferð bjóðari øllum, sum kritikkseraðu hann til at boksa ímóti sær (sjá video niðanfyri) og faktist so bankaði hann kritikkarnir sundir og saman.

Sjálvt um Uwe Boll lovaði okkum í 2015, at hann fór at gevast við at gera vánaligir filmar, so ger hann enn tann dagin í dag somikið vánaligir filmar, at tú hevur hug at stinga eyguni úr tær. Umframt at gera vánaligir filmar, so eigur Uwe Boll eina succesríka matstovu, sum eitur Bauhaus, sum selur eyka góða mat fyri eyka dýran pening. Matstovan Bauhaus hjá Boll sigst vera í listanum yvir 50 tær bestu matstovurnar í heiminum. Hvat Uwe Boll fer í holt við næst - er ilt at spáa um, men ein kann so ikki taka frá manninum, at maðurin hevur roynt alt sítt lív og success ella ikki, so er hann góður fyri góðar 60 milliónir krónir í dag. Sig so tað, folkens.

JáH (y) 27.02.2018

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.