NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gongur eftir ætlan við sjónleikinum: Guitaristarnir

4/1/2016

Comments

 
Billede
Leikarar hava vant síðan síðst í september sjónleikin "Guitaristarnir" eftir Lenu Knutzon (sum er ein vældámdur & viðurkendur skrivari í Danmark), sum Bergur Rasmussen hevur umsett og gongur tað eftir atlan við hesum sera øðrvísi & krevjandi sjónleiki.

Ria Tórgarð leikstjórnar og sjálv er Ria ikki í ivi, at hetta er ein leikur, sum ongantíð áður er spældur av nøkrum sjónleikarafelagi í Føroyum. Sjónleikurin er sera stuttligur til tíðir, men eisini so eru álvars-løtur í sjónleikinum, sum kemur at vara í ein tíma og góðar 20 minuttir.

Umframt at sungið verður í sjónleikinum, so vera replikkirnar sendar í eystur og vestur uppá splitt-sekundir - so skal viðmerkjast, at júst hetta slagi av sjónleiki hevur verið eitt stórt hitt í eitt nú Danmark, har t.d. Lars Simonsen (frá filminum Barbara 1997) og Mia Lyhne (frá Klovn Forever 2015) hava roynt seg á palli í Danmark við hesum stuttliga & tragiska sjónleiki og hava tey fingið ótrúlig ummælir um alt Danmark.

Rudolf Joensen (fyriskipari) hevur fingið fatur í sjónleikarum til leikin og Klaksvíkar Sjónleikarafelag stendur aftanfyri leikin. Tey leikandi eru: Høgni Olsen, Jógvan á Høvdanum (yngri), Sára Skarðenni og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar. 

Sjónleikurin hevur frumframførslu í januar og fer hetta vera eitt upplivilsi fyri lívið, lova tey sum aftanfyri sjónleikin standa. Og kemur hetta samstundis at vera ein leikur, sum fólk also fara at tosað um.

NP 04.01.2016

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.