Síðan hevur KVF komin við ymiskum øðrum gávum til fólk, sum ringja inn - tó at vit á Norðoya Portali ivast í, at KVF betalur nakað sum helst fyri ferðirnar, ið fólk hava - sum ringja inn. Tí hetta er absalutt ein góð lýsing frá Smyril Line, sum tó hesa vikuna bjóðar vinning fyri 11.500,00 kr. Og so skula vit heldur ikki gloyma at Gekkurin kostar 30,00 kr at keypa og KVF selur also eini 30 - 40.000 Gekkar hvørja ferð, so bert hetta hevur eitt virði uppá eina millión hvørja viku.
Durita Isaksen úr Havn ringdi fyri sína svigermor (Nainu) sum fjarritari og hon koyrdi peningin í tann Bláa Leypin. Hon valdi ikki at steðga næstu ferð og hevði møguleikan at vinna 125.000,00 kr og næstu ferð steðgi hon heldur ikki og hevði møguleikan at vinna 75.000,00 kr. Triðju ferð fór Gekkurin heldur ikki og hon endaði tískil við einum vinningi uppá smáar 15.000,00 kr, pluss ferðina frá Smyril Line.
Næstu ferð verður Gekkurin so 2 milliónir krónir og ilt er at spáa um, hvussu nógvar Gekkaseðlar KVF selur til ta tíð - men 40.000 stykkir skuldi ikki verið heilt við síðurnar av ..!
JáH (y) 01.04.2016
RSS Feed