Soleiðis skrivar Hans Andersen: "Hvussu ber tað til at tú filmar 1 hval útav 150, og sami hvalur endar upp aftur rotin 2 mánaðar seinni ..? Framleitt ..?"
Watson svarar soleiðis aftur: "Ja, hvussu kan tað vera? Well, tað sær út sum um vektin av endanum hjá hvalanum er blivin leys og síðan er hvalurin flotnaður upp aftur. Onkunstaðnis í botninum á sjónum er tann deyði hvalurin rotnaður upp. Offur fyri blóðøði varð ikki neyðug."
Hans Andersen svarar honum beinavegin aftur: "Áh ja - SS sá ikki at hinir hvalar blivu slaktaðir ..? Hugsi eg at eg lesi títt FB rætt". Og legði afturat: "30 má vera títt eydnutal ..."
Hendrik Alberg skrivar eisini eitt gott aftursvar til Paul Watson: "Seriøst ... Paul Watson, frontfigurin hjá Sea Shepherd megnar ikki nokk at fáa 3.000 dáma á hansara Facebook fyri aktivitetarnar hjá sær, og Sea Shepherd skal eitast fyri at vera ein heimsfelagsskapur? Í einum globalum samanhangi, so er stuðulin sera fátækur - tá sjálvt politikarar í smáum londum eru meira populerir enn Watson á Facebook og Twitter.
Tað sær ikki mætari út enn at stuðulin til Sea Shepherd er lítil og ongin (Takk fái Guð) og tað einasta felagsskapurin megnar er at hundsa runt við tjóðum, sum eru í stødd við Føroyum. Og tónalagi hjá Harra Watson er sera barnsligt og fult av lygnum, at sjálvt eitt smábarn hevur størri hugflog enn hann hevur.
Og stuðlar av Sea Shepherd - teirra viðmerkingar á hansara síðu er eisini eitt dømið um, at teirra døming er serstakiliga vánalig. Ynskja fólk deyð osv.? OMG ..."
Hesar viðmerkingar eru so ikki slettaðar enn av Harra Watson - men lítið má vera at ivast í, at hasin terroristurin skjótt skal megnar at sletta hesar frálíku viðmerking á hansara egnu FB síðu. Vit í Føroyum siga bert takk fyri viðmerkingarnir.
JáH (y) 02.10.2015