Stutt fyri filmurin Big Friendly Giant bleiv gjørdur (sjá lýsing av filminum niðanfyri) - almanna kunngjørdi fólkini handan Disney, at ymiskar scenur frá filminum skuldu takast upp í Føroyum, men so knappliga skuldi ikki vera soleiðis. Um somu tíð høvdu viðhaldsfólk hjá Sea Shepherd savna yvir 50.000 undirskriftir, sum vóru ímóti at filmurin bleiv upptikin her, har somu undirskrifir blivu sendar til Steven Spielberg. Visit Faroe Islands veit ikki - um tað hevur nakað við sakina at gera, men undirritaði er ikki í iva: Sjálvandi hevur tað ALT við sakina at gera og jú skjótari vit seta eitt Sea Shepherd BANN í verka í Føroyum - jú betri ..!
Og so skal ikki gloymast, at bara í ár 2015 - avlýsti 20 ferðamannaskip teirra ferð til Føroya og aftur her - hevði Sea Shepherd havt ein fingur í spælinum. So taka vit filmin Big Friendly Giant og ferðamannaskipini, so hava vit føroyingar mist fleiri milliónir av krónum orsaka av einum terrorist ófriðarbólki sum Sea Shepherd.
Spurningurin er um Løgtingið yvirhøvur ætlar at taka hetta í alvára - ella um Løgtingið heldur, at hetta er bert nakað, sum fer vekk av sær sjálvum ..?
JáH (y) 06.01.2016
RSS Feed