NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Filmur fyri ferðafólk um føroyska ferðslutrygd

19/7/2016

Comments

 
Billede
FERÐSLUTRYGD: Til tess at varpa ljós á nøkur serlig viðurskifti í føroysku ferðsluni gjørdi Landsverk fyri fýra árum síðani ein film um ferðslutrygd og atburð í ferðsluni í Føroyum. Filmurin, sum nú er dagførdur, vendir sær beinleiðis til útlendsk ferðafólk. Somuleiðis er nýggjur faldari gjørdur við sama endamáli. 

Veganetið í Føroyum er væl útbygt, men ferðslutrygd er og verður altíð nakað, ið støðugt ljós eigur at vera á. 

Sum avvarðandi stovnur av landsvegakervinum arbeiðir Landsverk áhaldandi fyri, at ferðslan skal glíða so væl og trygt, sum tilber. Hetta merkir eisini, at øll, sum nýta infrakervið, vísa neyðugt varsemi og kurteisni, tí slíkur atburður í ferðsluni kemur øllum ferðandi til góða.

Summarið er tann árstíðin, har flest útlendsk ferðafólk leita sær hendanvegin við bili. Flestu teirra eru ikki kend við føroysku ferðsluna og hava lítlar ella ongar royndir við teimum serligu fyribrigdunum, ið eru eyðkend fyri okkara infrakervi og ferðslu sum heild. Til dømis vansan við seyði á vegunum og einbreytaðir vegir og tunlar. 

Við øktari ferðslutrygd fyri eyga gjørdi Landsverk í samstarvi við Kovboyfilm fyri fýra árum síðani ein film, ið beinleiðis vendir sær til útlendingar. 

Filmurin, sum nú er dagførdur, viðger tey atlit, sum allir bilførarar eiga at taka, tá koyrt verður í Føroyum. Talan er um ein teknifilm, sum á greiðan hátt vísir nakrar støður, ið allir bilførarar kunnu koma út fyri á føroyska infrakervinum. Ikki minst hvussu einstaki bilførarin best tekur hædd fyri slíkum støðum og kemur best burtur úr teimum. 

Í sambandi við framleiðsluna av filminum heitti Landsverk á ferðaskrivstovur, flutningsfeløg og aðrar veitarar innan føroysku ferðavinnu, at kunna ferðafólk um filmin og sýna hann, har tað ber til. Hendan áheitanin stendur framvegis við. 

Filmurin, sum sjálvandi er á enskum máli, kann síggjast á YouToube við at trýsta her.

Tilhoyrandi faldari kann takast niður á hesi leinkju:
 Driving_in_the_Faroe_Islands.pdf(6,92 MB) 

​Kelda: Landsverk

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.