NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Elligamla klandri um dópin partur av sendingini: Guð signi Føroyar (partur III)

1/3/2018

Comments

 
BilledeJohn Færø dópir ein persón í sendingini Guð signi Føroyar, partur III.
Ikki serliga yvirraskandi - so varð tað elligamla klandri um dópin ein partur av sendingini Guð signi Føroyar (partur III: Brøður millum heims og heljar) og hvat varð ikki ikki vælsignað, at vit eisini fingu eina dóping úr Betesda við eisini.

Eisini bleiv tað dúgliga tosað um æviga fortaping í sendingini - har børnini nærum verða hótt til kristindóm. Síðan skuldi man síggja tveir brøður úr Samkomuni royna at frelsa Rana Nolsøe ... eg meini tað, sigi eg bara. Jú, jú - gaman í - ein kann ikki siga annað, uttan at hetta er undirhald fyri pengarnar.

BilledeKári Østerø helt at tað kanska bleiv tosað ov lítið um æviga fortaping av samkomum í dag.
Aftur her bleiv eisini tosað um, at børnini vera hótt til Kristindóm - tí taka tey ikki við Jesus, so enda tey beint í Helviti. Hvat er hetta fyri ein máti, at tosað við børn uppá ..? Skal man nú trýsta Kristindóm í tey smærru og ikki hugsað um ikki hugsa um, hvat kann henda, tá ið tú gjørt slíkt við eitt barn ..? Her má eg so geva Heina í Skorini rós, at hann tosaði við ein persón, sum hevði fingið sálarliga lýðing av júst tí sama.

Okay, lat tað líka fara. Sjálvur eri eg kirkjufólk, dóptur og konfirmeraður. Men tað merkir samstundis ikki tað, at eg haldi at tað er rætt at dópast uppá kirkjuligan máta - ei heldur mátan hjá brøðrasamkomuni Betesda. Júst tað meining - havi eg fyri meg sjálvan og meti eg, at tað er ógvuliga undirhaldandi, at ein ikki er komin longur í okkara samfelag, at man enn tann dag í dag - brúkar tíð og orku uppá, at yvirbevísa mótstandandi part - hvat er rætt og hvat er skeivt.

BilledeTveir brøðrir úr samkomuni Betesda royna at frelsa Rana Nolsøe.
Uttan at hava sæð sending nr. IV, sum fer at snúgva seg um kirkjuna - so eri eg nokkso vísur í, at her verður tosað um kirkjuliga dópan og hvat hendir um ein ikki tekur við dópin sum barn. Og her fer so aftur, at vera ein klandur ímillum Betesda og Kirkjuna, sum eg annars helt - varð yvirstaðin. Ok, skilji tað eisini væl, at man tekur slíkt við sovorðna sending, tí vit skula jú eisini hava undirhald, isje sannheit ..?

Sjálvur havi eg tí trúgv - at eg trúgvi, at tað finst ein makt, sum er størri og sterkari enn eg. Men trúgvin hjá mær er persónlig og als ikki nakað, sum eg nýtist at staðfesta fyri nøkrum sum helst her á fold. Hvat tú sjálv/ur trýrt uppá, má tú sjálvandi sjálv/ur um. Eg eri ikki settur her á jørðina, at døma teg, men heldur taka tína meining fyri fult - eins og væl tú tekur mína meining fyri fult. Men hinvegin, so má tín trúgv tola tað, at ein journalistur spyr teg spurningar um júst tað sama.

Hvat er so betri: Kirkjan ella Betesda ..?

Tað fáa vit sjálvandi at síggja til næstu sending av Guð signi Føroyar. Men generelt, so halda fólk sjálvandi sín egna trúðarhátt vera betri enn tann hjá mótpartinum og júst tað - kann elva til ein klandur, sum onki hevur at siga í mínari verð. Trúgv tú tí, sum tú hevur hug til - og lat meg trúgva tí, sum eg havi hug til.

Fari eg so til Helvitis, at siga so ..? Ja, hvør veit ..? Um Guð ongan sans fyri humor hevur, so endi eg sikkurt har ..! Men eitt eri eg so glaður fyri - og tað er at vit enn hava skrivifrælsi í Føroyar og at vit enn tann dag í dag kunna gera kritiskar sendingar sum Heini í Skorini meistaraliga ger við Guð signi Føroyar og at eg samstundis kann gera eitt sindur grin burturúr tí heila, sum t.d. tekningina niðanfyri.

Eftir er bert at siga - at eg gleði meg til næstu sendingarnir hjá Heina í Skorini ... og innrømmað tað, at eg eri ein totalt fjeppari av hesum.


JáH (y) 02.03.2018 ​​

Billede
Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.