Og í skemtinum hava teir: Alva Justinussen, John Andersen, Riu Tórgarð, Súsannu Tórgarð og sjálvandi eisini Hilmar Jan.
Sum eina "avdúking" hava fólkini handa skemti í Badmintonhøllini skrivað soleiðis: "AVDÚKING!!!!!
Nú kunnu vit endiliga vátta, og avdúka, at hesin maðurin verður eitt av høvuðsnøvnunum til Einastandandi skemtið. Jú, tit síggja rætt, hetta er ongin annar enn Kenny Rogers, himself, sum av eini ella aðrari duldari orsøk velur Klaksvíkina fram um Sørvág"
Og hyggja tit eftir myndini niðanfyri - so síggja tit eisini, at hetta er meint við skemti, men man ikki Rudolf sjálvur eisini verður at síggja í show'inum "Einastandandi" ..?
Sýningarnar vera 5 í talið: Fríggjadagin 5/6 kl 19.30, Fríggjadagin 5/6 kl 21.30, Leygardagin 6/6 kl 18.00, Leygardagin 6/6 kl 20.30 og Sunnudagin 7/6 kl 18.00.
Vit á Norðoya Portali gleða okkum so í hvørtfall og fyri at síggja meira um showið Einastandandi, so trýst HER ...
JáH (y) 04.06.2015