Heather Locklear - Nú og Fyrr ..! Hon bleiv handtikin herfyri av løgregluni, eftir at hon bleiv meldað fyri húsaófrið. Og løgreglan helt, at hon varð somikið skít, at tað skuldi sendast boð eftir ambulansini.
Tað bleiv gjørt - men eftir at portørarnir royndu at hjálpa henni - byrjaði hin gamla, at sparka og rópa ymiskt vemmiligt eftir tí eina portørinum og tað hevur so ført við, at hon er blivin saksøkt av portørinum Jennifer Hayn-Hiton, sum eftir øllum at døma - fekk stóran skaða av sparkinum frá Locklear.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at løgreglan hevur verið á vitjan hjá Locklear, sum nakrar ferðir er dottin útí aftur - eftir at hava verið send í viðgerð.
JáH (y) 05.11.2018
RSS Feed