
Og tað eru danskarar eisini - og eitt nú fær filmurin 5 útav 6 stjørnum frá Jyllandspostinum. Soleiðis skrivar hon um filmin: "Sam Mendes hevur gjørt tað sama við Bond-universi sum Christopher Nolan megnaði at gera við Batman filmarnar og hevur gjørt Bond filmin betri enn nakrantíð ..!"
Bond filmurin hevur frumsýning á Havnar Bio ímorgin og roknast kann við, at føroyingar fara at taka filmin til sín. Filmurin er annars langur og varar í góðar tveir tímar og 28 minuttir.
Hetta er fjórðu ferð at Daniel Craig og sjálvur hevur hann sagt, at hetta eisini er seinastu ferð - og spurningurin er so, hvør skal spæla tann vælkendi & vældámdi Bond næstu ferð ..!
JáH (y) 29.10.2015