NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ársmøtið ’16: Vón til ein vónleysan heim

12/4/2016

Comments

 
Billede
Leygardagin hevur Kirkjuliga Heimamissiónin ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík. Í ár er sera forvitnisligur gestur úr Miðeystri eisini við.

Ársmøtið er árligi dagurin, tá kirkjuliga rørslan Heimamissiónin kemur saman um tað víðfevnda arbeiðið, sum verður gjørt kring landið, á sjógvi og landi, og uttanlands.

Heitið í ár er "Vón til ein vónleysan heim", tí tað er júst tað, sum kristni gleðiboðskapurin er, ikki minst nú so nógvur ófriður og ótryggleiki valdar kring okkum. Hetta verður eisini evnið, sum Rita Elmounayer tosar út frá. Rita hevur stovnað og er dagligur leiðari fyri Sat-7 Kids, sum er ein kristilig sjónvarpsrás í Miðeystri, sum Heimamissiónin samstarvar við. Fyrr í ár lat Føroya Landsstýri eisini menningarstuðul til eina skúlaverkætlan hjá hesi sjónvarpsrás. Rita fer eisini at greiða frá støðuni í Miðeystri. Tulkað verður til føroyskt.

Annars byrjar ársmøtið við pallborðsfundi um morgunin við evninum “Sunn veking”. Seinnapartin verður greitt frá virkseminum hjá Heimamissiónini seinasta árið, og um kvøldið er møti við talu, sangi og frásøgn frá Sat-7 Kids.

Sunnudagin verður felags Sat-7-sunnudagsskúli fyri alt landið, har Rita greiðir børnunum frá, og heili trý barnakór syngja.

Øll skráin sæst her.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Ársmøtið ’16!

Kirkjuliga Heimamissiónin

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.