Skipið tekur 906 ferðafólk og sjálvt um ikki tað ljóðar av nógvum, so skal viðmerkjast at teirra kømur umborð eru munandi størri enn kømruni umborð á Norrønu, sum tekur áleið 1.500 ferðafólk.
JáH (y) 16.07.2016
Júst nú í skrivandi stund hevur stóra & stásiliga skipið Crystal Symphony lagt at við Ánirnar og fara ferðafólkini har umborð ein túr til Klaksvíkar á vitjan. Skipið tekur 906 ferðafólk og sjálvt um ikki tað ljóðar av nógvum, so skal viðmerkjast at teirra kømur umborð eru munandi størri enn kømruni umborð á Norrønu, sum tekur áleið 1.500 ferðafólk. JáH (y) 16.07.2016 Sum sagt, so lovar YR gott veður í dag - og tey á G! Festivalinum opna teir vælumtóktu pottarnir á sandinum í Syðrugøtu kl. 12.00. Umframt pottarnir, so eru tað ein rúgvu av góðum orkestrum í dag, sum fara at spæla og har kann nevnast: Annika Hoydal, Federspiel, Stanely Samuelsen, Hot 8 Brass Band og fleiri fleiri onnur (sjá skrá hjá G! HER) og so skal ikki gloymast, at tann stóra sangløtan verður í kvøld. Kann tað vera betri ..? Gott veður, vøkur menniskjur og vakur tónleikur ... tað er at skunda tær avstað á G! í dag, tí í kvøld verður tað heilt stórt - ja, tað verður knasandi gott í kvøld. Vit á Norðoya Portali fara sjálvandi avstað og fara at skriva greinar, umframt myndir vera tiknar og so fara vit bert at ynskja tykkum ein framvegis góða G! Festival. JáH (y) 16.07.2016
Ja, tað er so tann stóri spurningurin, sum vit á Norðoya Portali seta: Hvør tramin umsetir tær føroysku greinarnar fyri Paul Watson, tí so skjótt sum onkur føroyskur miðul hevur okkurt ringt at skriva um okkara land - so fær maðurin søguna venda til hansara fordeil ...
Hesa ferð hevur in.fo skriva eina grein, har Illgruni um herviliga sjúku í laksi er hjá Bakkafrost (Les grein HER) og tað hevur Paul Watson beinavegin fingið umsett frá onkrum føroyingi, tí bert nakrar tímar seinni - hevur maðurin skrivað eina grein á hansara FB vanga við yvirskriftini: Vilt tú hava eitt sindur av virus á tínum laksi ? Og greinin sum Paul Watson hevur spælt sær við er deild 142 ferðir og 362 fólk hava dáma greinina hjá idiotinum. Og grein á in.fo er blivin dáma 536 ferðirnar og ikki er ringt at gita hvørji tey fólkini eru, sum dáma slíkar greinar. Men hvør stuðlar Sea Shepherd í Føroyum er ilt at spáa um og eitt er so heilt víst, at viðkomandi fólk kunna also ikki hava ein góðan smakk í munninum - tí slíkar greinar, sum Harra Watson fær umsett av onkrum føroyingi - vera brúktar ímóti okkum og eru bert til hansara fordeil. Og nakað sum eg persónliga slett ikki skilji er, at um ein tekur tað avgerð, at stuðla Sea Shepherd - hví skal tann persónurin ikki tora at standa framm ..? Hvat eru hann ella hon bangin fyri ?!? JáH (y) 15.07.2016 Katarine von Bora Kvinnan, ið stóð við lið Martin Luthers Leiklistin og tónlistin sameinast í Posthúskjallaranum Í Posthúskjallaranum í Klaksvík arbeiða tey í hesum døgum við at seta á pall spennandi leikverkætlan. Tað er EYMALEIK, ið hevur tikið stig til og stendur fyri hesi heldur ørvísi verkætlanini. EYMALEIK, sum er sjónleikaraverkætlan hjá Eyð Matras, hevur áður framleitt einrøðuleikirnar “Sjóvevur” í 2007 og “Í tínum hondum” í 2011. Leikurin, ið EYMALEIK fer at framføra í Posthúskjallaranum, eitur “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, og er einrøðuleikur um lívið hjá Katharine von Bora. Katarine vaks upp í einum kleystri og 16 ára gomul gjørdist hon nunna. Men í 1523 flýggjar hon úr kleystrinum, saman við 11 øðrum nunnum, og kemur til Wittenberg. 24 ára gomul giftist hon við Martini Luther, sjálvum reformatorinum. Tjúkkar bøkur eru skrivaðar um Martin Luther, men tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at áhugi er fyri kvinnuni, sum stóð við lið hansara undir reformatiónini. Katharine hevði stóran týdning fyri lív og virksemi Luthers. Í brøvum kallar hann hana “Mín hjartans kæra” og “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, og hjúnaband teirra gjørdist fyridømi hjá modernaðu Luthersku familjuni. Katharine von Bora var ágrýtin og sjálvstøðug, og hevði ábyrgdina av húsarhaldinum sum til tíðir taldi 40-50 fólk. Hon var lærd, stóð fyri øllum tí fíggjarliga og var ómetaliga dugnalig at fyriskipa. Í spølni kallar Martin Luther hana eisini fyri “Mín harra Kæthe”. “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, ið Eyð Matras hevur skrivað, er ein dramatisk forteljing, um lívið hjá hesi serstøku kvinnu. Leikstjórin, Ria Tórgarð hevur lagt dent á sambandið ímillum frásøguna, ið Eyð Matras ber fram, tónleikin, ið Magni Husgaard hevur komponerað og sjálvt hølið, ið við sínum ráu betong veggjum verður livandi karmur um sýningina. Einrøðuleikurin um Katharinu von Bora er soleiðis bæði upplýsing, ein spennandi søga og ein heildaruppliving við tónleiki, atmosferu, ljósi, litum og lukti. Toymið kring leikin: Rithøvundur: Eyð Matras - Leikstjóri: Ria Tórgarð - Leikari: Eyð Matras – Tónleikur og ljóðmynd: Magni Husgaard – Ljóssniðgevi: Árni Baldvinsson - Pallmynd: Ria Tórgarð – Teskari: Hervør Jensen - Pallgerð: Nicolaj Falck og Klæmint Isaksen – Props og rekvisittir: Ria Tórgarð, Guðrið Poulsen – Búni: Marita Samson Sigurdardóttir - Framleiðslustjóri og PR: Durita Samuelsen Ein ørvísi uppliving hjá áskoðarum, ið leggja leiðina til Posthúskjallaran í Klaksvík, har “Morgunstjørnan yvir Wittenberg” verður frumframførdur 06. Oktobur2017. Víðari kunning eins og brellbitar eru at finna á facebook.com/Morgunstjornan There is one thing about travel blogging that really annoys me – and that is that by sharing your thoughts and tips on the Internet you apparently give permission to people to judge you and tell you what they think of you. Don’t get me wrong, I’m all up for constructive criticism, that’s not what I mean. But I never gave anybody the permission to judge me regardless of the context – whether you agree with my views or not, does not matter. Nothing justifies being a pain on the Internet. Why I’m saying all this will become clear in a few moments. I’m heading to the Faroe Islands today and if you follow us on Facebook you might have noticed a few posts containing travel and packing tips for this place. The islands have become incredibly popular lately and while many people are positive about my upcoming journey, the negative voices are shouting louder. Read more HERE JáH (y) 15.07.2016 Source: http://www.travelettes.net/why-not-to-boycott-faroe-islands/ Norðoya Portalurin hevur teir seinastu dagarnir havt yvir 20.000 vitjarnir og hevur ordiliga fingið ferð á seg. Ja, satt at siga - so høvdu vit yvir 30.000 vitjarnir fyrradagin og hevur annars ligið støðugt yvir 20.000 í nakrar dagar nú ... Allerhelst er tað tí, at vit skriva somikið øðrvísi greinar enn hinir portalarnir, at fólk byrja at vísa okkum áhuga. Ja, vit á Norðoya Portali kunna ikki vera annað enn nøgdir og eru sera takksamir yvir øllum tykkum, sum fylgja okkum dagliga. So skal tað lýsast bíligt, so er at kontakta okkum beint nú - tí tað kann allerhelst henda tað, at okkara bíligu lýsingaprísir fara eitt sindur upp. Um tú vilt vita meira um, hvussu nógv tað kostar at lýsa hjá okkum, so klikk HER ..! JáH (y) 14.07.2016 Persónar við typu 1- deabetes (sukursjúku) hava fortalt, at teirra hundur ávaraði teimum, tá ið teirra blóðsukur varð farliga lágt. Tað hevur nú fingið granskarar at royna forstanda stoffi, sum skiljist út eftir út andan í hægri eindum enn normalt, tá ið blóðsukri fellur. Við samanlíkna útandingsluftina hjá tí normala blóðsukrinum og ógvuliga lágum blóðsukri - kunna granskarar síggja eina markanta hæðkan í mongdini av einum stoffi kallað fyri isoprene, tá ið blóðsukri fellur niður. Granskarar meina, at hundar eru í stand, at finna útav hesu hæðkan. Granskarar vóna tískil, at úrslitið av tí heila verður ein útvikling av blóðsukurmátan, sum ikki krevur ein blóðprøva frá fingrinum, men bert við at blása í eina maskinu. JáH (y) 13.07.2016 This is an old article from 2005, that Myles Higgens has written for the Canada Free Press - but none the less - it's an interesting article, that you should read - if you want to know more about how Sea Shepherd works ... It appears that one of my recent articles on seal hunt protest groups sparked a strongly worded response / rebuttal from Mr. Paul Watson, President of the Sea Shepherd Conservation Society. In his comments Mr. Watson took it upon himself to question my research and belittle both my intelligence and character. In fairness to Mr. Watson, I must admit that referencing the SPCA in that article was indeed a mistake on my part. I had intended to refer to the Human Society of the U.S., but rather than HSUS I referenced the SPCA. For that, I sincerely apologize. With regard to Mr. Watson’s other comments, I stand by the piece. Since I have written several articles on sealing in the past, without comment from Watson, I can only assume that broaching the subject of finances is what spurred his venomous and childlike response. Watson stated that the Society’s financial dealings are a matter of public record and available for anyone who wants t o view them. As we all know financial records are what you make of them and can sometimes create more questions than they answer. Read more HERE JáH (y) 13.07.2016 Source: http://canadafreepress.com/2005/higgins100705.htm |
Arkiv
April 2019
|