
Sjá sjálv/ur klipp HER
Og Kabarettin er heilt sikkurt nakað, sum vit á Norðoya Portali fara at hyggja eftir og eisini ummæla og ynskja vit á Norðoya Portali teimum góða eydnu við skemtinum.
JáH (y) 23.07.2016
![]() KVF hevur havt eina samrøðu við sjónleikaran Petur Meinhard Ellebye og har kom so framm, at tey eisini fara at gera eitt sindur gjøldur burturúr seyðunum, har hann ímillum annað fortaldi frá í klippinum, at leikarnir skula finna sín innara seyð í kabarettini ... Sjá sjálv/ur klipp HER Og Kabarettin er heilt sikkurt nakað, sum vit á Norðoya Portali fara at hyggja eftir og eisini ummæla og ynskja vit á Norðoya Portali teimum góða eydnu við skemtinum. JáH (y) 23.07.2016 ![]() Michael Petersen hevur uppskriftina uppá hvussu tú sleppur av við dreparasniglarnir í ein fart - og fyri einans 32 oyru kanst tú gera tína egnu fellu, sum skjótt drepur 25 til 50 av sniglunum. Les meira HER JáH (y) 22.07.2016 Kelda: Dagens.dk ![]() Norðoya Portalurin hevur havt ymiskar trupuleikar og hevur koyrt seint, nú so nógv ferðsla er á okkara portali og tískil so hava vit broytt Norðoya Portalin, so at hann fer (ivaleyst) at vera tann skjótasti portalurin í Føroya landið. Munurin á fyrr og nú, er at nú standa bert uppdateraðar yvirskriftir á Norðoya Portali og trýstur tú á eina yvirskrift, so fer tú sendandi yvir til tað, sum hevur tín áhuga. Munurin er bert, at forsíðan manglar myndir og kanska aller størsti munurin er, at vit fara at arbeiða við heimasíðuni soleiðis, at tú altíð finnur tær nýggjastu nýggjheitirnar (og heimasíðurnar), so at Norðoya Portalurin verður Føroya størsti Portalur. Vit gleðast eisini yvir, at vit nú hava yvir 20.000 vitjarnir dagliga og at vit eru ein portalur, sum er í stórari menning. JáH (y) 21.07.2016 ![]()
Now I know, that Mr. Watson reads our Newsportal, because he has just had comments about, that we seek people that translate faroese articles for the Sea Shepherd ... and that's also why I challenge Paul Watson for a "live" debate on faroese television (I have some contacts, so this can be arrange - if Watson has the BALLS to take my challenge).
Now on this "live" debate - Paul Watson can say what ever he wants, but so can I. The only thing Mr. Watson has to say is: YES, I accept your challenge - and then we can have a discussion about the Whale Harvest on the Faroe Islands - and there will be no editing on our debate, because it's ALL going to be sent LIVE. So what's it going to be, Mr. Watson ..? Do you accept my challenge ?!? Kind regards Jógvan á Høvdanum (junior) ![]() FERÐSLUTRYGD: Til tess at varpa ljós á nøkur serlig viðurskifti í føroysku ferðsluni gjørdi Landsverk fyri fýra árum síðani ein film um ferðslutrygd og atburð í ferðsluni í Føroyum. Filmurin, sum nú er dagførdur, vendir sær beinleiðis til útlendsk ferðafólk. Somuleiðis er nýggjur faldari gjørdur við sama endamáli. Veganetið í Føroyum er væl útbygt, men ferðslutrygd er og verður altíð nakað, ið støðugt ljós eigur at vera á. Sum avvarðandi stovnur av landsvegakervinum arbeiðir Landsverk áhaldandi fyri, at ferðslan skal glíða so væl og trygt, sum tilber. Hetta merkir eisini, at øll, sum nýta infrakervið, vísa neyðugt varsemi og kurteisni, tí slíkur atburður í ferðsluni kemur øllum ferðandi til góða. Summarið er tann árstíðin, har flest útlendsk ferðafólk leita sær hendanvegin við bili. Flestu teirra eru ikki kend við føroysku ferðsluna og hava lítlar ella ongar royndir við teimum serligu fyribrigdunum, ið eru eyðkend fyri okkara infrakervi og ferðslu sum heild. Til dømis vansan við seyði á vegunum og einbreytaðir vegir og tunlar. Við øktari ferðslutrygd fyri eyga gjørdi Landsverk í samstarvi við Kovboyfilm fyri fýra árum síðani ein film, ið beinleiðis vendir sær til útlendingar. Filmurin, sum nú er dagførdur, viðger tey atlit, sum allir bilførarar eiga at taka, tá koyrt verður í Føroyum. Talan er um ein teknifilm, sum á greiðan hátt vísir nakrar støður, ið allir bilførarar kunnu koma út fyri á føroyska infrakervinum. Ikki minst hvussu einstaki bilførarin best tekur hædd fyri slíkum støðum og kemur best burtur úr teimum. Í sambandi við framleiðsluna av filminum heitti Landsverk á ferðaskrivstovur, flutningsfeløg og aðrar veitarar innan føroysku ferðavinnu, at kunna ferðafólk um filmin og sýna hann, har tað ber til. Hendan áheitanin stendur framvegis við. Filmurin, sum sjálvandi er á enskum máli, kann síggjast á YouToube við at trýsta her. Tilhoyrandi faldari kann takast niður á hesi leinkju: Driving_in_the_Faroe_Islands.pdf(6,92 MB) Kelda: Landsverk ![]() Til ber at lána eina el-súkklu frá Tórshavnar kommunu allar dagar, tá Býarbókasavnið er opið, tað er mánadag-hósdag kl. 9-21, fríggjadag kl. 9-18, leygardag kl. 10-16 og sunnudag kl. 14-17 (tó ikki áðrenn kl. kl. 10 um morgunin). Súkklurnar verða ikki læntar út um Ólavsøkuna, frá hósdegnum 28. juli til og við sunnudagin 31. juli, tá skúrurin verður brúktur til onnur endamál. Skúrurin stendur í gongugøtuni við súkklunum í, og har ber til at læna eina súkklu við at fara inn á Býarbókasavnið og skráseta seg. Tað er ókeypis at lána súkklurnar, sum skulu latast innaftur sama dag, áðrenn Býarbókasavnið letur aftur. Aldursmarkið er sett til 15 ár, tó kunnu stór børn læna eina súkklu saman við foreldrum ella øðrum vaksnum fólki. Kelda: Tórshavnar Kommuna ![]() Aftur í ár hevur undirtøkan fyri Ung í Arbeiði verið heilt góð; nógv ungfólk millum 14 og 16 ár hava verið runt í býnum og arbeitt á ymsum arbeiðsplássum, eitt nú hjá Klaksvíkar Havn og ymsu ansingarstovnunum í býnum. Paulina Solmunde (14 ár) og Fríðjohn Elltør (15 ár) hava verið í Ung og Arbeiði her í býráðsumsitingini. Paulina hevur fyri tað mesta hjálpt Bjarmu í køkinum; hon hevur vaskað upp, keypt inn, sett á borðið, og eisini hevur hon dustsogið. Hon er glað fyri at vera sloppin framat her og følir seg hepna, at hon hevur fingið júst hetta arbeiðið í mun til okkurt annað. Hon heldur tað vera deiligt at fáa nakrar eyka krónur hetta summarið. Fríðjohn hevur gjørt nógv ymiskt. Hann hevur brekkað, ruddað, vaskað benkur, vaskað vindeygu o.a. Fríðjohn var eisini við Jógvani Ósá (y) uppi við Ánagjógv at gera vatnmátingar og annað. Hann heldur tað vera deiligt at arbeiða í summarferiuni heldur enn bara at sova dagin burtur. Hetta er fyrstu ferð, Fríðjohn roynir arbeiðslívið, og hann heldur, tað hevur verið spennandi, fjølbroytt og stuttligt. Tað hava verið fleiri aktivitetir, meðan tey bæði hava verið her. Team Rynkeby súkklararnir fóru avstað til París, og har vóru tey við til at gera smyrjibreyð og vóru eisini við, tá ið fráferðin var. Eisini hava tey verið við til at grilla. Tey bæði siga seg hava havt tað gott her og siga, at tað er gott, at tey ungu kunnu sleppa til arbeiðis við hesum tiltakinum. Annars kann sigast, at tey bæði hava verið sera ófør og gjørt alt, sum varð kravt av teimum. Tey hava verið hjálpsom og arbeitt fjølbroytt og sjálvstøðugt. Kelda: Klaksvíkar Kommuna ![]() Í tí ringa veðrinum, sum er nú í løtuni - er ikki nemt at vera ein krákuungi, sjálvt um ein so gjarna vil ... Fyri nøkrum vikum síðani kom pápi við nøkrum ungum til Kunoyar, sum farnar vóru av trænum á Jørundsgøtu (har pápi býr) alt ov tíðliga. Og fuglavinur sum pápi er, so spurdu pápi meg um eg ikki kundi taka mær av ungunum í Kunoy, tí ov nógvar kettur búðleikast á Jørundsgøtu (satt at siga, so legði ein ketta á ein unga, sum deyður er í dag). Pápi kom so við 4 ungum (3 á lívið í dag) og teir hava ikki havt so nemt síðan teir eru leyslatnir, tí likkurnar vilja jú eisini hava mat. Eg havi roynt at forskrekt likkurnar vekk í nakrar dagar nú og tað hevur milt sagt verið ein marra at fóðra teir leyslatnu ungarnir - men higartil so hevur rigga. Teir fyrstu dagarnir, so helt eg faktist at bert tveir ungar høvdu yvirliva, tá ið teir blivu leyslatnir - men so í dag fekk eg eitt stórt yvirraskilsi og tá vísti tað seg, at tann triðji eisini varð á lívið. Hann hevði sjálvandi roynt at prøva seg sjálvan - men tað hevur eftir øllum - ikki rigga so væl, tí í dag so kom hann aftur og guffaði kettumatin í seg, sum eg fóðri krákuungunum. Og nú tað regnar so illa, so fylgdi ungin við mær inn til hús og er uppá skrivandi stund í fýrrúminum, har hann eisini hevur fingið eina skál av matnaði. Hann varð so kaldur, at eg unnaði mær ikki at lova honum leysan aftur - fyrr enn veðrið er blivi eitt sindur betri, tí hann vildi so gjarna verma seg heima hjá mær. Nåmen, nokk roksa av mær og havi eitt G!ott kvøld víðari, tit ..! JáH (y) 16.07.2016 ![]() Google Steet View er eitt vælumtókt og hent amboð, sum nógv fólk brúka í samband við ferðir til onnur lond. Google Street View hevur verið á Mont Blanc, Mont Everest, New York, New Deli og Great Barrier Reef, men tey hava enn ikki verið í Føroyum. Hetta ynskja vit at broyta og Føroyar hevur brúk fyri tínari hjálp. Vit hava sjósett eina verkætlan, sum allur heimurin hevur tikið til sín, og Føroyar og Sheep View eru í hesum døgum í nærum øllum altjóða fjølmiðlum. Vónandi eydnast tað okkum endiliga at fáa Google at uppdaga Føroyar, soleiðis at eisini Føroyar kunnu koma á Google Street View. Eisini tú kanst hjálpa Føroyum at røkka hesum málinum. Hetta kanst tú gera við at:
Túsund takk fyri tykkara hjálp. Vinarliga Starvsfólkini á Visit Faroe Islands #visitfaroeislands #faroeislands #sheepview360 Les meira á http://www.sheepview360.com |
Arkiv
April 2019
|