Les eisini: Guitaristarnir fær sera góð ummælir
Les hvat Gulla Øregaard skrivar um leikin:
Leikur eftir Line Knutzon og Jens Helleman er av slíkum slagi, at tú veitst ikki um tú skal taka hann fyri fult, ella um talan einans er grovt skemt. Eg valdi at ímynda mær at hoyra poesiin aftanfyri tað ógvusliga. Løgin leikur.
Leikurin tekur støði í, at vísusangarin og tólvtónakunstnarin John Hansen er deyður.Umhvørvið rundan um hann er í sjokk, og fýra trúfastir fjepparar gera av at halda eina minniskonsert frammanfyri víðagitnu húsini hjá John Hansen, sála.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur við hesum leiki tora at farið umborð á danska dramaturgi av nýggjum slagi, sum liggur nokso langt frá føroyskum huglagi.
Í stuttum er leikurin ein farsa yvir tey, sum fáast við sang og perfomance, og her verður ongin spardur. Onki minni enn heilt út kantin, og so niðurav, fyri síðani at fáa leikgongdina aftur á beint.
Eg upplivdi eitt ynski um at lurta væl fyri at fáa samanhang, men eg møtti einum absurditeti, har tað besta eg kann siga er, at tað kendist sum ein avanserað roynd at forklára tað ikki skilvísa.
Leikararnir gjørdi sítt ítarsta, men teksturin er veruliga fyri víðarikomin at tulka til eina vanliga søga og leikgongd. Eg rokni við, at her var eitt tilvitað val gjørt um ein stíl, sum skuldi avmynda okkara, í førum, høpusleysa gerandisdag.
Høgni Olsen sum Grækaris hevði fleiri framúr góðar stuttløtur , har hann fekk víst sínar
sjónleikaraførleikar og eisini sína góðu sangrødd.
Jógvan á Høvdanum sum Ívaldur fekk víst, at hann gjøgnum guitarspæl, sang og rættuliga flott mimespæl bæði fekk pallin at detta sundur, men eisini sum savnandi leikari í spælinum.
Sára Skarðenni fyllir væl sum Greta, men hjá henni írestaði í støðum at stýra røddini í talu, meðan tað gekk henni væl at syngja. Tá kom karakterurin væl fram.
Eva Maria B. Bláhamar sum Kim hevði sama trupulleika, at orð duttu út, tá ið skjótleikin varð ov høgur , meðan sangrøddin ljómaði frítt bæði í ljóði og framburði. Eisini vísti hon evni at arbeiða á palli.
Búnar og pallur vóru dekan og spraglit. Eg hevði ilt við at tíðarfesta leikin. Saknaði ein stíl , so leikararanir fingu hjálp á flata pallinum . Leikmyndin var í so óruddilig.
Sjónleikarpallurin í Sjónleikarhúsinum var ikki hin besti, tí hann liggur so høgt frá góllvinum. Eg kann hugsa mær, at Spaniastova hevur havt ein intimitet, sum hesin leikur hevur brúk fyri.
Stuttligt og forkunnugt at síggja hetta slag av leiki. – Vil avgjørt viðmæla fólki at fara í Sjónleikarhúsið at síggja nútímans leik í føroyskari tulking. Ria Tórgarð hevur leikstýrt.
Guitaristarnir vera í Sjónleikarahúsinum í Havn hesar tíðir afturat:
Í kvøld (eftir Gekkin) Kl. 21.00
Leygardagin Kl. 20.00
Sunnudagin Kl. 18.00
Sjá annars brellbita av sjónleikinum niðanfyri:
JáH (y) 19.02.2016