NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

- Hetta verður gott fyri bæði tað ítróttarliga og fyri ferðslutrygdina

1/7/2016

Comments

 
Billede
- Eg fegnist um, at tað er eydnast okkum at fáa Smyril at sigla næstan 1000 av viðhaldsfólkunum hjá KÍ beinleiðis til steypafinaluna í Havn, tí hetta er bæði gott fyri ítróttarliga samanhaldið og avrikið, og tað er ikki minni gott fyri ferðslutrygdina, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Finalan um Løgmanssteypið verður leikt á Tórsvølli í Havn leygardagin 27. august millum bestu mansliðini hjá KÍ og Víkingi, og tað verður roknað við einum metstórum áskoðaratali til hesa finaluna.

Seinastu vikurnar hevur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við góðari uppbakking frá býráðslimum, samskift við Strandferðsluna um at fáa Smyril at sigla beinleiðis millum Klaksvík og Havnina til og frá finaluni, og nú er greitt, at hetta er eydnast:

SMYRIL fer at sigla beinleiðis úr Klaksvík til Havnar klokkan 14:00 hendan leygardagin, har finaludysturin í hesum sambandi er fluttur fram til klokkan 18:00. Eftir finaluna siglur SMYRIL norðuraftur úr Havn til Klaksvíkar, og er fráferðin tá sett til klokkan 21:00.

Sum vera man, so fegnast borgarstjórin um, at hetta nú er eydnast:

- Hetta verður ein ómetaliga spennandi dagur fyri okkum í Norðoyggjum og fyri stóra viðhaldsfjøldina hjá KÍ, at næstan 1000 av okkum kunnu ferðast so trygt og ómakaleyst til finaluna.

- Vónandi fer hetta eisini at geva okkara leikarum nøkur eyka prosent av vilja og spæligleði, so tað røkkur til enn ein KÍ-sigur, ið vit kunnu fegnast um saman við leikarum, venjarum og hjálparfólki. Her kann hesin møguleikin at vera saman umborð á SMYRLI eisini styrkja samanhaldið enn meira.

- Men hetta tiltakið at fáa SMYRIL at sigla beinleiðis til og frá finaluni er meir enn bara eitt ítróttarligt átak, tí hetta fer at gera, at næstan 1000 fólk fara at sleppa undan at koyra í bilum og bussum teir samanlagt 150 kilometrarnar aftur og fram millum býirnar báðar. Hetta fer at gera ferðsluna munandi tryggari hendan dagin, tí eingin ivi er um, at talið av akførum hendan dagin verður stórt, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum eisini takkar Strandferðsluni fyri teirra tænastusinni og samstarvsvilja, sum gjørdi hetta møguligt.


JáH (y) 01.07.2016
 Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.