99,7 % av vatninum verður endurnýtt og hetta merkir at tørvurin er 87 tons um tíman, ið er minni enn t.d. Kósavirkið. Spurningurin er so - um tað fer at gera nakran mun á vøtnunum í Kunoy, at Smoltstøðin hjá Bakkafrost kemur yvirum vánna, at "læna" vatn frá okkum kunoyingum.
Tað hevur verið sera spent ímillum fólkini í Kunoy og ein torir nærum ikki hava somu meining, sum eg sjálvur havi um málið - har eg persónliga onki havi ímóti, at Bakkafrost kemur at fremja sítt virksemi yvir við Strond, sum hoyrir undir Klaksvíkar Kommunu. Men serliga spennandi hevði eisini verið, at fingið at vita - hvat Kunoyar Kommuna fær fyri ómakin, at læna vatn yvirum - tí tá ið alt kemur til alt, so dragar tað seg næstan altíð um pengar og júst tað, burdi bert verið ein avgreiðsluspurningur. Og so burdi tað eisini verið tryggja soleiðis - at vøtnini í Kunoynni ikki vera tømd.
Meira um Watergate seinni, folkens ..!
JáH (y) 26.05.2016