Jeffery A. Young frá amerikonsku sendistovuni, Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Stephen Wheeler, Economic Officer á amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn. Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn hevur víst áhuga fyri Klaksvík, bæði í mun til vinnulívið og virksemið í býnum annars, og á fundinum greiddi borgarstjórin frá stóru menningini, sum hevur verið í Klaksvíkar kommunu seinastu árini, eitt nú fíggjarliga, men eisini í mun til fólkatal og vinnuvirksemi.
Stephen Wheeler frá amerikonsku sendistovuni vísti kommununi stóran áhuga, og eftir vitjanina í Býráðshúsinum vitjaði hann eisini fleiri onnur støð í Klaksvík.
Kelda: Klaksvíkar Kommuna 02.12.2015
RSS Feed