Nýggja vinnuøkið er umleið 15.000 fermetrar til støddar og harumframt er møguleiki fyri at víðka økið út móti Taravík í framtíðini.
Sum sæst á tekningunum er ídnaðarøkið staðsett sunnanfyri bátahylin við Borðoyarvík, og umframt útstykkingina og tilgerð av sjálvum vinnuøkinum, verða eisini kringsumstøðurnar betraðar, eitt nú við bátahylin og í mun til ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti.
JáH (y) 26.10.2017
Kelda: Klaksvíkar Kommuna